Vakthavandi á løgreglustøðini boðar frá eini friðaligari vakt seinastu nátt.
Í Norðurøkinum hevur løgreglan gjørt rúsdrekkakanningar av bilførarum. 10 bilar vóru stegðaðir, men tá bilførararnir blástu í ballónina vísti tað seg, at eingin teirra hevði drukkið.
Løgreglan í Norðurøkinum var eisini boðsend inn í Norðoyatunnilin, tí onkur boðaði frá, at fólk sótu og royktu hassj í tunlinum.
Í tunlinum sat ein ung genta í einum bili, men har vóru hvørki luktur ella onnur tekin til hassjnýtslu og einki varð funnið í bilinum.
Í Havn ringdu fólk til løgregluna um eitt-tíðina í nátt, tí at fólk sóu eina jollu sigla aftur og fram við atløgubryggjuna hjá Norrønu og Smyrli á Bursatanga. Tað vísti seg at vera fýra ungir mans, sum vóru farnir ein túr, óvist er hví, men teir vóru allir edrúir og róðu teir bátin upp á pláss eftir áheitan frá løgregluni.