So hevur aftur ein republikanari gjørt av at taka seg burtur úr kappingini um at gerast mótvalevni hjá Barack Obama á forsetavalinum í heyst. Hesaferð er tað Jon Huntsman, sum er fyrrverandi guvernørur í statinum Utah, og sum eitt skifti var amerikanskur sendimaður í Kína.
Sambært The New York Times hevur Jon Huntsman sagt sínum stuðlum, at hann fer at kunngera avgerð sína í dag. Samstundis fer hann at siga frá, at hann fer at styðja Mitt Romney.
Meiningakanningar vísa, at Jon Huntsman hevur ongan møguleika at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum, Í teirri seinastu kanningini fekk hann bara trý prosent av atkvøðunum og endaði aftastur av teimum, sum kappast um uppstillingina.