Jona Nielsen 60 ár

Týsdagin 23. august fylti Jona Nielsen, fyristøðukvinna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, 60 ár.

Jona er dóttir Onnu hjá Victorinusi og Dánjal Nielsen. Dánjal sum gjørdist ein álitismaður á skrivstovuni hjá Kjølbro kom higar úr Sandavági um krígslok. Seinni gjørdist hann stjóri hjá Føroya Bjór og á Norðoya Samvinnufelag, áðrenn hann fekk egnu bókhaldstovu »Føroyabók« og handil við skrivstovulutum og øðrum.

Jona fór eftir lokna skúlagongd at útbúgva seg til sjúkrasystir (sum tað tá æt) og fekk arbeiði m.a. á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hon var eisini stutt tíðarskeið á røntgendeildini á Helsingør sjúkrahúsi.

Í sjeytiárunum fór hon víðari og lá leiðin aftur til Danmarkar, har hon tók útbúgving í leiðslu og umsiting. Tá Anna Danielsen (frøken Danielsen) legði frá sær sum fyristøðukvinna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi vegna aldur, søkti Jona starvið og fekk tað. Eitt starv, sum hon hevur røkt bæði væl og virðiliga.

At vera fyristøðukvinna á einum av sjúkrahúsunum í Føroyum, sum øll eru smá, er neyðugt at síggja viðurskiftini yvirorðnað, samstundis sum ein má vera diplomatiskur, vísa tign og respekt. Hesi evni hevur Jona víst.

Jona giftist við Karl Nielsen, sum kom blaðungur til Klaksvíkar av Vatnsoyri at ganga í millum- og realskúla. Hann hevur bókhaldsstovu.

Jona og Karl eiga trý børn. Dánjal Petur, sum er verkfrøðingur og giftur við Charlottu Larsen úr Porkeri. Onnu Mariu, sum er skrivstovuútbúgvin, hevur tikið táttin upp eftir abba sínum. Samstundis skal sigast, at hon hevur lagt stórt arbeiði í felagið Javna. Anna Maria er gift við Rógva Joensen. Yngsta dóttirin Haldis er útbúgvin heilsuatstøðingur.

Jona og Karl eiga trý barnabørn, Jona, sum er elst og væl kend eitt nú í samband við sera áhugaverdu og frálíku sjónvarpssendingina um seinment børn. Hini eru Rebekka og Karl.

Jona og Karl hava í sínum hjúnalagi sýnt serligt gestablíðni. Hetta hava tey ikki frá fremmandum, men hava fingið tað íborið.

Í Betesda hava tey havt sína gongd í mong ár, har tey trúliga bæði hava vitja møtini og altíð verið tilreiðar ar taka eina hond í og annars tá á hevur staðið. Eisini í stóra og virðismikla arbeiðinum í Zarepta hava tey hava lagt eitt stórt og drúgt arbeiði og verið hollir stuðlar.

Lat verða sagt um Jonu, nú hon hevur gingið henda teinin, at hon er kend sum ein tignarlig, diplomatisk og dugnalig fyristøðukvinna, sum væl verður talað um.

Tað kunnu tey siga, sum í mong ár hava umgingist hana.

Hjartaliga tillukku við føðingardegnum. Harrin signi teg og øll tíni.

k.