Jónas var toppskjútti hjá FIF - Rói var toppskjútti hjá HØJ

HØJ vann stórsigur. FIF misti sigurin úr hondum í allarseinasta sekundinum.

Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld. 

Pauli Jacobsen, Rói Berg Hansen og liðfelagararnir í HØJ vunnu stórsigur 37-25 á Vendsyssel á heimavølli. Í steðginum hevði HØJ eina greiða 19-11 leiðslu.

Rói gjørdist toppskjútti hjá HØJ við sjey málum. 

HØJ er nummar fýra í deildini við 22 stigum, eitt stig aftanfyri Skive sum hevur 23 stig á triðja plássinum. Nummar eitt flytur beinleiðis upp, meðan nummar tvey og trý spæla Play Off dystir um uppflyting.

Komandi dystur hjá HØJ verður á heimavølli 27. januar. Tá kemur Grindsted sum er oddalið við 26 stigum á vitjan. 

Jónas G. Djurhuus, Leivur Mortensen, Janus Dam Guttesen og liðfelagarnir í FIF høvdu á heimavølli ein sigur í hondunum móti Odder, men í allarseinasta sekundinum javnaði Mads Søndergaard Sejrsen hjá Odder til javnleik 29-29, og so mátti føroyingaliðið á Fredriksberg taka til takkar við einum javnleiki. FIF var á odda 15-11 í steðginum.

Jónas gjørdist toppskjútti hjá FIF við átta málum. Leivur skoraði trý mál.

FIF er nummar átta í deildini við 14 stigum. 

Komandi dystur hjá FIF verður leiktur á útivølli móti Rækker Mølle sunnudagin 21. januar.