Julian á listanum hjá feløgum í Europa

Fótbóltur: Julian Johnsson hevur roynt seg í italska felagnum Empoli

Føroyskur fótbóltur er komin á Europa kortið. Síðani sigurin á Eysturríki í Landskrona fyri sjey árum síðani, hevur europeiski fótbóltsheimurin vitað um Føroyar og føroyskan fótbólt, og nú eru tað fleiri feløg, sum vilja vita, um tað kann hugsast, at tey kunnu brúka føroyskar fótbóltsspælarar.

Todi Jónsson hevur í Danmark víst, at tað ber til hjá landsliðsspælarum at standa seg á hægri støði enn føroysku 1. deildini, og nú hevur miðvallar stríðsmaðurin Julian Johnsson tikið næsta stigið. Í síðstu viku var hann í Italia og royndi seg, og ætlanin er, at hann í heystfrítíðini skal royna seg í einum felag í norsku 1. deildini.


Millummenninir

Kring alt Europa eru tað fólk, sum liva av at selja og keypa fótbóltsspælarar. Hesi fylgja ógvuliga væl við í, hvat rørir seg á marknaðinum. Avrikið hjá Julian Johnsson var framúr gott í báðum landsdystunum ímóti Malta, og eisini í Estlandi og Kekkia skaraði hann framúr. B36 var við í Intertoto í summar, og tað er eftir, at onkrir millumhandlarar hava sæð Julian eina ella fleiri ferðir og hava sæð upptøkur av avrikunum hjá honum í øðrum dystum, at teir hava fingið áhuga fyri at vita, um hann kann standa seg á hægri støði:

? Eg kann ikki siga so nógv um, hvør tað er, men eg kann vátta, at útlendskir millumhandlarar hava verið í sambandi við meg, og at ein avleiðing av hesum var, at eg í síðstu viku var í Italia og vandi við einum 1. deildarfelag. Tað er eisini upp á tal, at eg í heystfrítíðini skal til eitt norskt felag, men hetta er ikki heilt greitt enn.


Tummilin niður í Italia

Julian Johnsson fór úr Føroyum týsdagin í síðstu viku, og hann kom aftur leygardagin. Sunnudagin spældi hann við B36, og tað er greitt, at hann verður á liðnum hjá B36 tær tríggjar ferðirnar, sum eru eftir at spæla í heyst.

Tað var italska 1. deildarfelagið Empoli, sum hevði bjóðað Juliani Johnsson at venja við teimum mikudagin og hósdagin í síðstu viku. Teir fluttu upp úr 2. deild fyrr í summar, og teir hava ikki fingið serliga góða byrjan í bestu deildini. Í fyrsta umfarinum taptu teir 3-1 á heimavølli ímóti Roma, og sunnudagin taptu teir 2-1 á útivølli ímóti Napoli.

? Teir siga seg hava brúk fyri einum miðverja, og tá teir vildu hava meg til royndarvenjingar har, var tað fyri at fáa staðfest, um eg kundi brúkast sum uppdekkari. Tað vóru fimm aðrir til royndarvenjingar. Eg vandi saman við besta liðnum hjá teimum, og teir vóru bæði blíðir og týðir. Men tá eg fór til hús aftur, søgdu teir fyri mær, at tað var ikki akkurát tað slagið av spælara, sum eg eri, teir høvdu brúk fyri. Hetta er ivaleyst ein máti at siga, at teir hildu ikki, at eg eri nóg góður til teirra, sigur ein jarðbundin Julian Johnsson.


Bjóðaður til Kongvinger

Ein, sum livir av at finna feløgum teir spælararnar, sum tey hava brúk fyri, hevur sett Julian Johnsson í samband við norska 1. deildarfelagið Kongsvinger. Í løtuni er ætlanin, at Julian skal fara beinleiðis til Noregs at venja, tá landsliðið kemur heim aftur úr Spania, har teir skulu spæla leygardagin 11. oktobur.

Landskappingin í Noregi fylgir álmanakkanaum. Tað vil siga, at teir eru komnir fram til endan á kappingini. 22 umfør eru avgreidd, og fýra umfør eru eftir. Tað eru fjúrtan feløg í bestu deildini, og Kongsvinger liggur í miðjuni. Um tað kemur nakað burturúr sambandinum ímillum felagið og Julian Johnsson, so verður tað ikki fyrrenn í kappingini komandi kappingarár, at hann skal spæla við.

At norskur fótbóltur ikki er hvør sum helst er staðfest fleiri ferðir seinnu árini. Landsliðið hjá teimum hevur staðið seg sera væl. T.d. vóru teir ímillum teir fyrstu europeararnar at vinna pláss í HM endaspælinum í Fraklandi komandi summar, og Rosenborg hevur staðið seg væl í europeisku meistarakappingini.


Skúlin krevur sítt

Julian Johnsson fór í august undir læraraútbúgving á Frælsinum í Havn, og hann ætlar sær ikki at sleppa útbúgvingini, uttan at okkurt heilt ítøkiligt er á borðinum:

? Tað var spennandi at fara til Italia at venja, og um tað verður til nakað, so verður tað eisini spennandi at fara til Noregs. Men tað er greitt, at í framtíðini fari eg ikki at brúka skúlatíðina at ferðast runt og venja fyri at sannføra feløg um, at eg eri nóg góður til at fáa ein sáttmála. Eg havi gjørt av, at eg fari ikki avstað aftur, uttan at sáttmáli er gjørdur frammanundan, sigur Julian Johnsson, sum higartil hevur spælt 17 landsdystir og skoraði eitt mál, tá San Marino vitjaði á Svangaskarði.