Julian Johnsson farin til Noregs

Fótbóltur: Ársins Leikari í 1996, Julian Johnsson, er nú farin til Noregs, har hann skal spæla við 1. deildarfelagnum Kongsvinger

Fríggjadagin fór Julian Johnsson til Noregs, har hann komandi trý árini skal royna seg á besta liðnum hjá Kongsvinger, sum er í bestu norsku deildini.

Julian var ein av berandi kreftunum á B36-liðnum, sum í fjør vann føroyameistaraheitið fyri fyrstu ferð í 35 ár, men sum skilst er tað serliga hansara avrik á føroyska landsliðnum, m.a. móti Malta, sum fekk norðmenn at bjóða honum ein sáttmála.

Kongsvinger telist millum miðalgóðu liðini í norsku 1. deild, har Rosenborg hevur verið einaráðandi seinastu árini, og skal luttaka í Intertoto-kappingini í summar.