Tað stóð nógv á hjá Juliani Johnsson og liðfeløgunum í Kongsvinger sunnudagin. Men í fyrsta umfari riðu teir stormin av, og tað hevur aftur við sær, at teirra kappingarár er longt við tveimum vikum.
Kongsvinger endaði á triðniðasta plássinum í bestu norsku deildini, sum eitur Tippeligan, og tað hevur við sær, at teir komandi vikuskiftini skulu spæla tveir dystir ? ein á útivølli og ein á heimavølli ? móti liðnum, sum endaði á triðji ovasta plássinum í næstbestu deildini. Hetta liðið eitur Kjelsås.
Julian Johnsson spældi allar 90 minuttirnar fyri Kongsvinger, sum á útivølli kom á odda 1-0 í seinasta minutti av 1. hálvleiki móti Haugesund. Tíðliga í 2. hálvleiki javnaði heimaliðið, og fram móti endanum var stórt trýst á málið hjá Kongsvinger, men málverjin stóð sera væl. Einki mál kom afturat, og tað hevur við sær, at Haugesund flytir beinleiðis niður, og Kongsvinger skal spæla um eitt pláss í bestu deildini.
Kjelsås er í Noregi kent sum eitt lið, ið spælir næstan eins nógv við vøddunum og við fótbóltsgávunum. Tað verður ivaleyst ikki nógv skipað fótbóltsspæl at síggja, tá teir spæla móti Kongsvinger um eitt pláss í bestu deildini ? dystirnir verða mikudagin og sunnudagin. Kjelsås hevur einki at missa, meðan Kongsvinger kann missa sítt pláss í Tippeligaini.