Julian vann mannfólkarenningina

Leygardagin var ársins Mannfólkarenning hjá Hvirluni.

Sum hini árini var aftur hesuferð kappast í vakra umhvørvinum í Sandágerði og við Sandá. Tíverri vóru bert 25 menn, sum tordu at bjóða hesum serliga renniteini av.

 Hóast kalt í veðrinum, vóru rennilíkindini av teimum heilt frægu. Og fyri so vítt var tað eisini líkamikið, tá slík renning er á skránni. Menn blivu vátir kortini.

Ikki óvæntað vóru tað teir báðir ungu Treystarennararnir Julian Gregersen og Gunnar Sivertsen, sum beinanvegin løgdu seg á odda. Og tað vóru eisini teir báðir sum endaðu á fyrsta og øðrum plássi, stendur at lesa á fif.fo.

 

Úrslitini:

Ungir menn, 1971 og yngri
1: Julian Gregersen 23.12
2: Gunnar Sivertsen 23.46
3: Hjalti Eliasen 25.02

Vaksnir menn, 1961 til 1970
1: Regin Arge 25.22
2: Sophus D. Christiansen 26.10
3: Terji Hansen 27.32

Royndir menn, eldri enn 1960
1: Kári Weihe 27.42
2: Regin Jóanesarson 39.07

Liðkapping
1: Dream Team 1.14.29
2: MEST 1.20.30
3: Ljósheim x 3 1.38.00