Justinus Michael Fr. Justinussen (Jutt)

føddur 24. november 1916
deyður á Mikkjalsmessu 29. september 2003.

Hann var elsti sonur Anniku úr Yvirstovu og Olivur, bónda Uppi í Húsi. Pápin doyði longu í 1924, so mamman sat við festinum Uppi í Húsi, til Jutt kundi festa tað. Seinni fekk hann eisini Yvirstovufestið aftaná mammubeiggjan Sivart, sum doyði í 1957 og sum var ógiftur.
Í dag hevur bróðursonurin Regin bæði festini.
Í 1963 giftist hann við Petru, dóttir Mikkjal Olsen, Úti á Bø, og Malenu, dóttir Miðlinga-Símun úr Gulakstovu úr Svínoy.
Stutt var ímillum hjúnini. Petra, sum var fødd í 1920, doyði stutt fyri jól í fjør.
Brøðurnir hjá Jutt vóru Poul (á Fuglberg), d. 1 mei í ár, giftur við Betti, og Karl, sum doyði í 1972, giftur við Thurid.
Systkini hjá Petru vóru Rasmus í Sjóvinnubankanum, Símun, John, Marin Katrina, Els-Malena, gift við Rósing Rasmussen.