KÍ-B36 fluttur ein tíma

Landskappingardysturin millum KÍ og B36, sum verður í morgin í Klaksvík er fluttur frá klokkan 18.00 til klokkan 19.00.

 

12. umfar í Effo-deildini verður um vikuskiftið. Ein dystur verður leygardagin millum KÍ og B36. Tað er dysturin millum tey bæðini liðini, ið spæla flest javnleikir. B36 hevur spælt sjey dystir javnar, meðan KÍ hevur spælt seks dystir javnar.

 

Upprunaliga var dysturin settur at byrja klokkan 18.00, men er nú fluttur til klokkan 19.00.

 

Effo-deildin 12. umfar

Leygardagin 1. juni

KÍ – B36 (19.00)

Sunnudagin 2. juni

AB – Víkingur (15.00)

NSÍ – TB (15.00)

07 Vestur – ÍF (15.00)

EB/Streymur – HB (15.00)