KÍ eigur bestu ungu spælararnar

(Video) Jóannes Bjartalíð og Evy á Lakjuni eru ársins ungu spælarar

Framtíðin tykist bjørt í KÍ, tí bæði Jóannes Bjartalíð og Evy á Lakjuni, sum vunnu heiðurin ársins ungi spælari, spæla við KÍ.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samrøðuna

 

Fyri Jóannes Bjartalíð er talan ikki um ein óvandan heiður, tí hann bleiv eisini kosin til ársins ungi spælari í fjør. Hann skoraði ikki færri enn 17 mál í ár.

 

Les eisini: (Video) Samrøða við Rannvá B. Andreasen

 

17 ára gamla Evy á Lakjuni hevur í ár fingið møguleikan á besta liðnum hjá KÍ. Har hevur hon tikið av, men við góðari hjálp frá royndu spælarunum.

 

Ársins ungi spælari er tann besti spælarin við U21 aldri.