Tað er ógvuliga gott lag á klaksvíkingunum í Gundadali. Eftir at hava verið kroyst í botn tað mesta av 2. hálvleiki, megnaði KÍ í síðstu løtu at skora sigursmálið og harvið at vinna 3-2 á B36.
Hetta er fyrsta ferðin síðani 2006, at KÍ fær fulla úrtøku í Gundadali ímóti B36, og nú bjóða klaksvíkingar av álvara av í toppstríðnum.
B36 liðformaðurin Jákup á Borg var sera vónsvikin:
-Vit áttu at havt syrgt fyri tryggari leiðslu longu í 1. hálvleiki, og vit kunnu takka okkum sjálvum fyri, at vit ikki vunnu.
Álvur F. Christiansen hjá KÍ var sjálvandi sera fegin.
-Vit vóru pressaðir í botn, og vit vónaðu, at 2-2 fór at halda, meðan vit bíðaðu eftir síðsta bríkslinum. Og so skoraðu vit eftir fínt kontraálop, so sjálvandi eru vit sera fegnir, segði Álvur F.Christiansen, sum ikki vildi tosa so nógv um framúr málið, sum hann skoraði. Tað var sendingin frá Hjalgrími Elttør, sum var so einastandandi góð, helt lítiðlætni høgri vongverjin fyri.
Liðugt!
2-3
5 minuttir lagdir aftrat.
90 min.
2-3:
Í øllum B36 trýstinum hevur tað eydnast KÍ at leggja seg á odda 3-2. Talan var um skjótt kontraálop. Kristoffur Jakobsen sneiddi framvið fleiri, spældi Hjalgrím Elttør, sum royndi seg við skoti, ið var eitt sindur kiksað, og bólturin endaði aftur hjá Kristoffuri Jakobsen, sum setti bóltin í málið.
Hein i í Skorini er vístur av vøllinum, so B36 nú er undirmannað.
88 min.
2-2
B36 er ágangandi, og klaksvíkingar berjast sum leyvur, nú teir verja við øllum tí, sum tað ber til at verja við. Higartil hevur tað eydnast, men spurninjgurin er, um tað eydnast í yvirtiðini. Allir teir bláu eru fyri tað mesta í og kring brotsteigin.
85 min.
2-2
Tað gongur framvegis fyri tað mesta og so nógv tað mesta fyri seg á KÍ hálvuni, men tað hava ikki verið nógvar vandamiklar støður frammanfyri málið hjá Andras Gango. B36 legan er illa nøgd við, at Dagfinn Forná ikki bríkslaði fyri brotssparki, tá ið ein teirra fór um koll í brotsteiginum.
80 min
2.-2
Heðin Klakstein er komin inn á KÍ miðvøllin í staðin fyri Henry Heinesen. B36 er omaná, og KÍ verjir
75 min.
2-2
Tað er sera intenst og spennandi í Gundadali, har báðir partar stríðast tykjast ikki at vera nøgdir við eitt stig, men heldur stríðast fyri at vinna øll stigini. B36 spælir við trimum í verjuni. Símun Joensen er fluttur longri fram á vøllin, og Klæmint Matras er fluttur í verjuna og Súni Olsen fram á miðvøllin.
B36 hevur havt vandamiklari royndirnar síðstu løtuna, men klaksvíkingar ofra seg fult og heilt í verjupartinum.
70 min.
2-2
B36 hevur framt tvær útskiftingar aftrat. Inn eru komnir Klæmint Matras og Símun Hansen. Jákup á Borg og Lukasz Cieslewicz eru nú í fremstu røð. Teir eru vandamiklir, og í hinum endanum er tað Páll A. Klettskarð, sum tað er størst tyngd í.
60 min.
2-2
Tað hevur javnað seg,og nú gongur meiri javnt á. Heini í Skorini er komin inn á B36 miðvøllin í staðin fyri skadda Róald Jacobsen.
55 min.
2-2
Bárður Olsen hevur havt fyrstu royndina ímóti málinum, men úr góðari støðu sendi hann bóltin upp um málið hjá KÍ. Klaksvíkingar hava beinanvegin eftir steðgin sett Sørmund Kalsø inn í miðverjuna í staðin fyri John Hammer.
Hesa fyrstu løtuna hevur B36 havt betri tak á samanspælinum.
Hálvleikur
45 min.
2-2
Teir eru farnir at hvíla seg í Gundadali, har støðan er 2-2. Serliga seinni parturin av hálvleikinum hevur verið sera lívligur, og tað kennist rættuliga opið, nú teir fyrireika seg til 2. hálvleik.
40 min.
2-2: Álvur F. Christiansen 40.
KÍ hevur enn eina ferð javnað, og tað var við rimmar máli. Eftir langa framlegging frá Hjalgrími Elttør, tamdi Álvur F. Chrisitansen sera hegnisliga við bringuni, og so smekkaði hann bóltin upp í nettakið!
35 min.
2-1: Atli Danielsen 33.
Tað er synd at siga, at klaksvíkingar taka tað í álvara at vera nærlagdir í eftiransingunum, tá ið B36 hevur deyðbóltsstøður. Enn eina ferð hevur B36 skorað eftir deyðbólt. Miðverjin Atli Danielsen var púra blankur mitt fyri málinum, tá ið hann setti fótin undir innlegg frá Róaldi Jacobsen, og bólturin fór í málið.
30 min.
1-1: Heðin á Lakjuni 30.
Klaksvíkingar hava verið tætt við eina løtu, og nú hava teir javnað. Eftir gott uppspæl í vinstru, smekkaði Heðin á Lakjuni til úr spískum, og bólturin fór í málið!
25 min.
1-0
B36 hevur rættuliga bundið um í verjupartinum, har Bárður Olsen og Róaldur Jacobsen eru sera ansnir sentralir miðvallarar.
17 min.
1-0: Dánjal Rói Olsen 17.
So hevur B36 lagt seg á odda ímóti KÍ. Súni Olsen, sum aftur í dag er í miðverjuni, sendi fríspark innfyri úr 40 metra fjartøðu, og Dánjal Rói Olsen var fyrstur á bóltinum, sum hann við høvdinum setti í málið.
Tað er intenst og spennandi í Gundadali, har KÍ vitjar B36. Fyrsta bríkslið var klokkan 15, og klaksvíkingar hava fyrtru løtuna verið rættuliga ágangandi uttan at tað tó hevur eydnast teimum at spæla seg til stórar málmøguleikar.
Nógvir KÍ áskoðarar eru í Gundadali, og teir seta rættuliga dám á.
B36-KÍ kl. 15.00
Dómari: Dagfinn Forná
B36: Meinhard Joensen - Høgni Eysturoy, Atli Danielsen, Súni Olsen, Símun Joensen - Rasmus D. Sørensen, Bárður Olsen, Róaldur Jacobsen, Lukasz Cieslewicz - Dánjal Rói Olsen, Jákup á Borg
KÍ: Andras Gango - Álvur F. Christiansen, Jógvan Isaksen, John Hammer, Heðin á Lakjuni - Henry Heinesen, Ivan Joensen, Hjalgrím Elttør, Kristoffur Jakobsen, Andy Olsen - Páll A. Klettskarð