KÍ gjørt sáttmála við Gunnar Nielsen

Argentinski fótbóltsspælarin Gunnar Guillermo Nielsen skrivaði mánadagin undir sáttmála við KÍ fyri næsta kappingarár.

Gunnar er ættaður úr Argentina, og hann spældi í sínum ungdómsdøgum fyri Boca Juniors í Buenos Aires. Seinnu árini hevur Gunnar spælt í Føroyum - fyri ÍF og GÍ - men áðrenn hann kom til Føroya, spældi hann eina tíð í Danmark. Tá spældi hann fyri FC Nordjylland, FC Århus og Kolding FC.
Næsta kappingarár verður Gunnar so at síggja í KÍ-troyggjuni, og leiðslan í KÍ fegnast um, at liðið verður styrkt við ein slíkum spælara. Gunnar er tekiskt sera sterkur, hann kann spæla álopssinnaður miðvallari ella í álopinum, og í tíðini í Føroyum hevur hann víst sínar framúr fótbóltsligu dygdir.