Flags tjaldið var kjokkfult av fólki í kvøld - ella í nátt - tá steypavinnarnir hjá kvinnum skuldu upp á pallin at verða heiðraðar.
Tróndur Arge kom upp á pallin og fór við síni eyðkendu og framúrskarandi fótbóltsrødd at greiða frá dystargongdini í steypafinaluni í dag, sum KÍ jú vann 1-0 móti AB. Eftir eini løtu nevndi hann einkultvís nøvnini hjá øllum kvinnunum á KÍ liðnum, sum høvdu verið til at vunnið finaluna. Til hvørt navn hoyrdist róp og klapp. Seinast kom Malena Josephsen, liðskipari, á pallin, og fekk hon handað steypið.
Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri í Klaksvík, handaði KÍ kvinnunum eina gávu frá býráðnum. Heiðranin endaði sjálvsagt við KÍ sanginum 'Liðið tað eitur KÍ', har bæði spælarar og áskoðarar sungu við.
Hetta er annað árið, at steypavinnarar verða heiðraðir á Summarfestivalinum. Men hetta er fyrstu ferð, at steypavinnararnir hjá kvinnum verða heiðraðar á henda hátt.