KÍ kvinnurnar vunnu so rudduliga

Tær hava vunnið tíggju FM heiti á rað, og fyrsta uppgerðin í ár ímóti størsta kappingarneytanum í fjør, AB, undirstrikaði, at KÍ kvinnurnar framvegis hava viljan og styrkina, sum skal til at vinna FM.

Týskvøldið vann KÍ 3-0 á AB í landskappingardystinum, sum upprunaliga skuldi havt verið spældur í Klaksvík 2. páskadag.

Eftir ein hálvan tíma skoraði Sofía Purkhús til 1-0, eftir innlegg úr vinstru frá Rannvá B. Andreasen. Dygst undan steðginum økti Sofía Purkhus um munin til 2-0. Tað gjørdi hon eftir hornasparksinnlegg og roynd ímóti málinum frá Sigrid Jacobsen. Tríggjar minuttir undan leikloki staðfesti KÍ liðformaðurin, Malena Josephsen, trivaliga 3-0 sigurin við fínum langskoti.

Hinir báðir dystirnir í 2. umfari, sum vóru útsettir, verða spældir mikukvøldið klokkan 18.00. Teir eru MB-Skála og EB/Streymur-Víkingur.