KÍ meistarar

-

Nú trý umfør resta, kunnu vit longu staðfesta, at KÍ er FM-vinnari hjá kvinnum. B36 var einasta lið, sum kundi taka KÍ, og tá tær mikukvøldið taptu á 3-2 Toftum, samstundis sum KÍ vann sín dyst í Gøtu 3-0, kann eingin røkka KÍ.
Vit ynskja KÍ tillukku við gullinum, og sjálvandi verður vent aftur til hetta seinni.