Italska heimasíðan, calciofemminileitaliano.it, skrivar í dag, at Kára Djurhuus er á veg til Italia at skriva sáttmála við Pomigliano, sum spælir í Seriu B, ið er næstbesta deildin.
Á heimasíðuni verður staðfest, at føroyski landsliðsspælari er á veg til Italia, har hon væntast at skriva ein sáttmála fyri restina av kappingarárinum, men at einki er avgjørt enn.
Á heimasíðuni verður Kára Djurhuus lýst sum ein hart arbeiðandi miðvallari, sum hevur royndir frá altjóða dystum. Tær royndirnar kunnu koma liðnum til góðar, sjálvt um teir flestu av altjóða dystunum eru endaðir við tapi. Í føroyskum fótbólti hevur Kára Djurhuus staðið seg væl. Hon hevur vunnið bæði meistaraheiti og steypafinaluna fyri barndómsfelagið EB/Streym, og hevur í fjør spælt við HB.
Í fjør gjørdi Sara Samson Lamhauge sáttmála við eitt annað italskt felag. Hon gjørdi sáttmála við Apulia Trani, men koronafarsóttin hevur gjørt, at hon ikki ordiliga hevur kunnað flutt og spælt við nýggja felagnum.