Stovnarin, og oddamaðurin í Sea Shepherd, er nú skuldsettur fyri morð. Tað skriva teir báðir miðlarnir, La Jornada og Diario Tiujana. Hann er skuldsettur fyri at vera atvoldin til at ein útróðrarmaður úr San Felipe í Meksiko.
Tað eru systir og dóttir útróðrarmannin, sum doyði, ið hava stevnt Paul Watson fyri rættin. Útróðrarmaðurin doyði av løstinum hann fekk, tá ið hann var til útróðrar og Farley Mowat, eitt skip hjá Sea Shepherd, sigldi teir niður.
Sea Shepherd hevur ført fram, at teir fiskaðu ólógliga, so tá ið tey bóru eyga við hann av Farley Mowat, settu tey kós ímóti útróðrarbátinum, men sambært skuldetingini, sigldi Farley Mowat útróðrarbátin niður. Hetta var nýggjársaftan í Kaliforniaflógvanum, har stjórnin í Mexiko hevur friðað eitt økið fyri at verja vaquita-nísuna, sum er í álvarsligum vanda fyri at doyggja út.
Men sagt verður, at útróðrarbáturin, sum varð niðursigldur, var á lógligum rækjufiskiskapi, tá ið Farley Mowat setti kósina ímóti teimum, og kvetti hann í helvt.
Hendingin varð tikin upp á video og har sæst, hvussu útróðrarbáturin royndi at sigla undan, men varð niðursigldur. Tveir mans vóru við bátinum, annar doyði og hin fekk varandi mein.
Sea Shepherd hevur fleiri ferðir breggjað sær av, hvussu nógv skip, teir hava søkt tí tey skulu hava verið á ólógligari veiðu, tað verður eisini ført fram, at Paul Watson hevur eggjað limunum í Sea Shepherd til at fara harðliga fram ímóti ólógligari veiði. Og Sea Shepherd skuldsetireisini hesar báðar útróðarmenninar fyri ólógliga ránsveiði.