Kæra: Tingfólk ávirkað av rúsdrekka í tinginum

Formansskapurin í Løgtinginum skal í dag taka støðu til kæru frá tingmanni um rúsdrekka

Í dag skal formansskapurin í Løgtinginum viðgera eina kæru frá Jenisi av Rana, tingmanni. Miðlahúsið skilur, at kæran snýr seg um, at tingfólk hava verið sjónliga ávirkað av rúsdrekka, meðan tingarbeiði hevur verið. 

 

 

Hvørki Jenis av Rana ella Páll á Reynatúgvu, tingformaður, vilja siga nakað um kæruna enn. Tað, sum keldur hjá Miðlahúsinum greiða frá er, at talan er um, at tingfólk hava drukkið rúsdrekka í hølunum hjá Javnaðarflokkinum, og at onkur teirra síðani hevur verið ávirkaður av rúsdrekka á tingsins røðarapalli.  

 

 

Sum skilst skal hetta hava verið hent tann dagin, tá ið hjúnabandslógin var til aðru viðgerð og tingfundur sostatt var drúgvur. Jónleif Johannesen, formaður hjá Javnaðarflokkinum á tingi minnist hendan dagin í tinginum. 

 

 

- Eg haldi ikki eg vil viðmerkja hetta, sigur Jónleif Johannesen. Tó so sigur hann, at um formansskapurin í Løgtinginum kemur við einum tilmæli í dag, so skal hann heita á flokkin um at fylgja henni, sama hvat hon er. 

 

 

Spurdur um yvirskipaða rúsdrekkapolitikkin hjá flokkinum vísir Jónleif Johannesen á, at tað má vera Løgtingið, sum hevur ein politikk, men at hann ikki er kunnaður um hetta og tí ikki kennir reglurnar á økinum. 

 

 

- Persónliga síggi eg ongan trupulleika í, at fólk fáa sær eina øl aftur við til dømis einum bita við skerpikjøti. Men vit fylgja sjálvandi tí, sum formansskapurin sigur, sigur Jónleif Johannesen. 

 

 

In.fo fylgir málinum.