Ákærdi leyg um alt

Tað var ikki bara fyri unnustuni, at ákærdi kroatin leyg. Ein starvsfelagi, sum varð avhoyrdur í rættinum seinnapartin, segði, at kroatin fleiri ferðir hevði logið fyri sær eisini.

Ákærdi hevði logið fyri starvsfelaganum um prísin á bilinum, hann leyg um húsaleiguna, og hann hevði eisini fortalt, at Bakkafrost skuldi keypa honum eini hús.

Tað helt vitnið vera heilt undarligt, tí tað hevði eingin annar á Bakkafrost fingið.

Vitnið greiddi frá, at ákærdi seinastu tíðina fann upp á at rýma av arbeiðsplássinum, og at hann tosaði javnt og samt í telefon.

Einaferð hevði formaðurin biðið hann tulka eina ávaring til ákærda, tí hann møtti so illa upp.

Hann helt tað eisini vera undarligt, at ákærdi í heilum møtti upp í klæðum, sum hann ikki hevði sæð áður og undraðist um, hvussu hann kundi hava ráð at keypa so nógv klæðir. Hetta forkláraði ákærdi á tann hátt, at hann keypti klæðini í einum Reyða Kross handli.