Í kvøld fer Kórstevnan 2000 av bakkastokki. Stevnan verður sett á Eysturskúlanum klokkan 20. Har búgva luttakararnir eisini og venjingarnar fara eisini fram har.
Konsertir verða í Eysturskúlanum, Vesturkirkjuni og í Norðurlandahúsinum.
Høybye, Dahl og Johansson
John Høybye er ikki ókendur í Føroyum. Hann hevur mangan vitjað.Honum dámar væl í Føroyum, tí sum hann sigur, so kemur sólin altíð fram fyrr ella seinni.
Eisini heldur hann nógv av føroyingum sum hann metir hava listarmannsins sinn og so syngja føroyingar væl og ?er skøre på en charmerende måde".
John Høybye skal leiða felagskórið í ár og hetta hevur hann roynt áður. Eisini hevur hann skrivað tónleikin, ið nýttur var, tá kirkjan í Fuglafirði var vígd í 1984. Hann hevur í mong ár havt samband við Frits Johannesen og kórini í Fuglafirði.
Í ár vitjar John Høybye í Føroyum saman við sínum Tritonuskórið. Kórið er eitt av teim kendastu í Danmark og hevur ferðast í Europa, Kina, Japan, USA og hevur vunnið fleiri virðislønir. M.a. í Budapest í 1995.
Aðalverkið hjá Høybye og kórinum verður Sacret Concert eftir Duke Ellington, sum Høybye hevur lagt tilrættis fyri kór, solist og stórband.
Solistur verður Eleonora Johansson úr Svøríki og orkesturlutin hevur føroyski úrvalsbólkurin Jaspis.
Eleonora Johansson er kend songkvinna og er partur av The Real Group, ið má sigast at vera á sera høgum støði. Kann kanska sammetast við The Manhattan Transfer.
Norski dirigenturin Tone Bianca Dahl fer eisini at taka sær av felagskórinum. Hon tekur sær av stillara og norðurlandska sangpartinum.
Heinesen, Samuelsen og Djurhuus
Sum nakað øðrvísi og spennandi, verða eisini tvær framførslur av føroyskum tónleiki.
John Høybye hevur sett út fyri kór sangin hjá Jens Paula og Elini Heinesen, Eitt dýpi av dýrari tíð. Eisini hevur hann sett út fyri kór sangin hjá Janus Djurhuus og Stanley Samuelsen, Um eg kundi kvøðið.
Um skránna er annars at siga, at fleiri konsertir eru.
Hóskvøldið syngur Tritonuskórið í Vesturkirkjuni.
Fríggjadagin verður intern konsert í Eysturskúlanum við Tritonus, Ljómi, Manskór Keflavíkar og Eleonoru Johansson.
Leygarkvøldið er so stóra konsertin í Norðurlandahúsinum, við felagskórinum, Tritonus og Jaspis framføra Sacret Concert hjá Ellington, ið er Kirkju/swing oratorii og Eleonora Johansson er solistur.
Kórstevnan er seinni í ár, enn vanligt er, hóast hon sum altíð fellur á Krisiti himmalsferðardag. Enn hava ikki so nógv teknað seg til luttøku, sum onkutíð fyrr, men enn er ikki ov seint. Til ber at luttaka við at møta upp, tá stevnan byrjar ella við at ringja á telefon 31 48 50.
Umframt konsertirnar og venjingar, verður á kvøldi skipað fyri hugna og sonevndum aftersinging, so óivað er lagt upp til eitt hugnaligt vikuskifti á sanganna veingjum.
Tað eru kórini í Havn og Kórsamband Føroya, ið skipa fyri.