Leygardagin 16. januar kl. 14.30 byrja kórvenjingarnar í sambandi við ætlaða frumframførslu av Dávids Sálmum nr. 66 og 67, sum Jóhan Mortensen hevur skrivað tónleik til og sett út fyri kór og orkestur.
Roynt verður at savna eitt stórt kór í hesum sambandi. Ætlanin er tí at fáa fólk úr øllum ættum at koma at syngja, so kórið kann gerast so stórt sum yvirhøvur til ber. Øll mugu kenna seg vælkomin ? bæði garvaðir kórsangarar og sanghugað annars, yngri sum eldri.
Gongst alt eftir vild, verður frumframførslan saman við tónleikarum úr Føroya Symfoniorkestri í Fríðrikskirkjuni í seinnu helvt av mars mánaði.
Skal nakað koma burtur úr hesum ætlaða tiltaki, er brúk fyri nógvum eldhugaðum sangarum. Í mars í fjør bar væl til, tá Sálmur 33 við stórum kóri ? um leið 70 sangarum ? og fleiri tónleikarum varð frumframførdur fyri stórari mannfjøld í Fríðrikskirkjuni. Heitt verður tí á fólk úr eystri og vesturi at fylgjast um tiltakið, so tað eisini kann eydnast hesa ferð.
Fyribils verða tríggir leygardagar lagdir av til venjing. Fyrsta venjingin verður í skúlanum á Glyvrum leygardagin 16. januar frá kl. 14.30 til 17.30. Skipað verður so fyri, at sangararnir fáa ein drekkamunn og ein kakubita. Tær báðar næstu venjingarnar verða helst 30. januar og 13. februar.