Tríggir av dystunum í 10. umfari í næstbestu fótbóltsdeildini vóru spældir í gjár, og tveir eru á skránni seinnapartin ídag.
Á Norðoyastevnu gekk tað betri hjá KÍ, sum vann 4-0 á FC Hoyvík. 2. hálvleikur, tá ið øll málini vórðu skorað, kundi bent á, at tað kann fara at ganga rætta vegin hjá klaksvíkingum, sum nú hava vunnið tríggjar ferðir á rað. FC Hoyvík hevur fingið tvey stig burtur úr fimm teimum seinastu umførunum.
Brian Olsen og Bjarni Jørgensen skoraðu málini í 2-0 sigrinum hjá EB/Streymi ímóti HB.
Eftir 1-0 tap á heimavølli ímóti Víkingi eiga toftamenn framvegis fyrsta sigurin til góða. Longu eftir 20 minuttir varð B68 undirmannað.
Oddaliðini, TB og 07 Vestur, spæla bæði á útivølli ídag.
1.deild menn
10. umfar
5. juni
KÍ-FC Hoyvík 4-0 (0-0)
Dómari: Alex Troleis
1-0: Steffan Kallsø 58.
2-0: Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 76.
3-0: Henry Heinesen 83.
4-0: Henry Heinesen 86.
Reytt kort: John Eystberg, FC Hoyvík, 68.
B68-Víkingur 0-1 (0-0)
Dómari: Dia Lamhauge
0-1: Andras Mikkelsen 83.
Reytt kort: Oddur Højgaard, B68, 20.
EB/Streymur-HB 2-0 (1-0)
Dómari: Bent Tommy Linklett
1-0: Brian Olsen 4.
2-0: Bjarni Jørgensen 67.
Ídag
NSÍ-07 Vestur kl. 15.00
Dómari: Rói Jacobsen
AB-TB kl. 15.00
Dómari: Andrew Christiansen
Støðan
TB 22
07 Vestur 20
KÍ 20
HB 19
EB/Streymur 18
Víkingur 14
NSÍ 7
FC Hoyvík 7
AB 7
B68 2
HB hevur spælt 11 dystir, og 07 Vestur, NSÍ og AB hava spælt 9 dystir. Hini liðini hava spælt 10 dystir.