KÍ til Vágs á norðoyastavnu

Róðrarsambandið boðar nú frá, at norðoyastevnan verður flutt eina viku

Hetta tí Føroyar spæla fótbóltslandsdyst móti Italia tann 2. juni. Seinnu árini hevur gingist striltið at fáa fólk at koma á norðoyastevnu. Veðrið hevur fleiri ferðir argað, og nú stórdystur móti Italia eisini stendur á skránni, hava fyrireikararnir helst mett tað skilagott, um stevnan verður flutt. Flytingin ber eisini við sær, at besta mansliðið hjá KÍ nú brádliga skal spæla norðyastevnudyst í Vági.