KÍ trumlaði AB niður

KÍ setti sunnudagin AB dyggiliga upp á pláss, og mikukvøldið kann Kí tryggja sær sjeynda FM-heitið á rað

Sunnudagin spældu tvey av fremstu kvinnuliðunum í ár dyst ímóti hvørjum øðrum. KÍ hevur sum vant ligið á odda í kvinnudeildini, men í steypafinaluni fekk KÍ harða mótstøðu ímóti einum røskum og væl spælandi AB-liði.
Tað var tó einki at gera hjá AB, tá tær vitjaðu hjá seksfaldu føroyameistarunum um vikuskiftið. KÍ heilt einfalt trumlaði liðið av Argjum niður og vann heili 10-1.
Í fyrra hálvleiki skoraði KÍ bara tvær ferðir, men tað var heimaliðið, sum sat á tí allarmesta, og eitt av fáu skotunum hjá AB í fyrra hálvleiki endaði í málinum, so støðan í hálvleikinum var 2-1 til KÍ.
Í seinna hálvleiki punkteraði Kí dystin við málinum til 3-1 tríggjar minuttir eftir steðgin. AB tóktist fall í fátt, og argjakvinnur hóttu bert við onkrum kontraálopum við Elin Katrinu Haraldsen.
KÍ helt hinvegin málveitslu og økti upp í 10-1, áðrenn Petur Reinert bríkslaði sokallaða toppdystin av.
Málini hjá KÍ skutu Rannvá Andreassen 4, Kristina Eyðbjørndóttir 3, Bára S. Klakstein, Malena Josephsen og Randi Wardum hvør sítt.
 
GÍ vann aftur
Gøtukvinnur hava staðið seg væl í endaspælinum hjá kvinnum. Fyrst tóku tær fyrstu stigini frá KÍ, síðani vunnu tær á Argjum, og sunnudagin vunnu tær aftur, tá EB/Streymur vitjaði í Gøtu.
Bæði liðini lógu fram við fyrstu løtuna, og tey skoraðu eisini bæði í fyrra hálvleiki. Heidi Heinesen legði GÍ á odda, men Rakul Magnussen javnaði fyri EB/Streym.
So var tað at stóri spælarin hjá GÍ, Hanna Isaksen, sum tók yvir. Fyrst økti hon til 2-1 fyri hálvleikssteðgin, og í seinna hálvleiki skoraði hon tvey mál afturat, so at GÍ samanlagt vann 4-1.
Mikukvøldið kl. 18.30 spæla KÍ og GÍ í Klaksvík, og hesin dystur verður avgerandi fyri, hvør verður meistari í ár. KÍ liggur framvegis væl á odda, og vinnur KÍ dystin, eru Klaksvíkskvinnur meistarar aftur í ár. GÍ kann varðveita sín FM-møguleika við at vinna ella spæla javnleik.
 
 
 
(koyra í kassa):
 
1. deild kvinnur  FM-bólkur
1. KÍ              2                      12-3                      25
2. GÍ              3                      6-3                      20
3. AB             3                      3-12                      16
4. EB/Str.       3                      2-5                      11
 
Næstu dystir
13/9 KÍ-GÍ
14/9 EB/Streymur-AB