EB/STREYMUR?KÍ
Teir í Sundalagnum hava seinastu árini fleiri ferðir spælt KÍ stórt puss. Hósdagin, tá ið talan var um higartil mest týdningarmiklu uppgerðina í ár millum hesi bæði liðini, endaðu klaksvíkingar omaná ímóti EB/Streymi. Uppskriftin var púra greið. Á Mølini brúkti KÍ vápnið, sum EB/Streymur hevur brúkt, tá ið teir ferð eftir ferð hava farið illa við klaksvíkingum.
Í útgangsstøðuni hjá KÍ var arbeiðssami Hjalgrím Elttør einsamallur á toppinum, og KÍ vísti ikki stórvegis áhuga í at hava nakað við tað helvtina av vøllinum at gera, sum EB/Streymur spældi út frá. Fremsta KÍ mannin møttu teir á heimaliðnum um miðstrikuna, í aðru røð vóru fimm av gestunum og fýra í aftastu røðini.
Sammett við undanfarnu ferðirnar var fullkomuliga vent upp og niður upp á verjupartin hjá klaksvíkingum. Teir dúvaðu ikki upp á rangstøðu, og har var einki tómt øki hjá mótstøðumonnunum at spæla í og at lyfta bóltin framí.
Miðverjan burtur
Hjá EB/Streymi kom tað rættuliga illa við, at hvørgin av miðverjunum, sum higartil hava verið við til at gera miðverjuna so tætta, hesa ferð vóru tøkir. Egil á Bø royndi at hita upp, men tað bar ikki til, og so fór hann undir brúsu. Pazek var als ikki við, og so var neyðugt við óroyndum miðverjum. Marni Djurhuus og Esmar Eiðisgarð gjørdu tað, sum teir kundu, men tað sigur seg sjálvt, at tá ið liðið skal broytast á fleiri plássum, og tá ið miðverjan er heilt nýggj, so gongur tað út yvir heildina.
Í Gundadali sunnudagin vóru Sorin Anghel, Hans Pauli Samuelsen og Magni á Lakjuni rættuliga vandamiklir í skjótu álopunum. Einki sást til vandamiklu álopini hesa ferð. Heimaliðið á Mølini megnaði ongantíð at seta KÍ verjuna undir trýst. Magni á Lakjuni hevði onkran hálvan málmøguleika, men tað var barnamatur hjá Kartini Joensen at taka sær av.
Hugburðurin framúr
Hóast klaksvíkingar í verjupartinum vóru tættir og kompaktir, so bjóðaðu teir seg væl fram í álopspartinum, og teir vóru nærgangandi fleiri ferðir. Størsti munurin á teimum og mótstøðumonnunum var hugburðurin. Klaksvíkingar høvdu nógv viðhaldsfólk við sær á Mølina, og lagið á teimum var gott. Tað gleið væl niður, at teirra menn vóru so sannførandi og raskir. KÍ var við yvirlutan í stríðnum um luftbóltarnar, og teir vóru nógvir, KÍ var við yvirlutan í nærdystunum á jørðini, sum eisini vóru nógvir, og klaksvíkingarnir vóru nógv oftast fyrstir á returbóltunum. Á miðvøllinum var nýggi maðurin, Leon Bjartalíð, so mikið raskur, at hann av liðfeløgunum aftaná varð kosin at vera dagsins maður.
Einasta málið fekk KÍ, tá ið seinna umfarið var níggju minuttir gamalt. Allan Joensen, sum gekk undan á miðvøllinum, legði av miðstrikuni fríspark fram ímóti brotsteigarmarkinum. Ove Nysted, sum var komin afturíaftur sum verjuálit, var hægstur og snittaði eitt sindur fram til Hjalgrím Elttør, sum eitt sindur til vinstru var leysur í brotsteiginum og smekkaði í handaru síðuna av málinum.
Seinni hevði KÍ onkran møguleika afturat. Erling Fles royndi seg tvær ferðir, men Gunnar á Steig bjargaði. Aðru ferðina hálvbjargaði málverjin, og tá sendi innskifti Arnold Joensen returbóltin dygst framvið. Men KÍ ferðalagið var væl til passar við úrslitið, sum legði lunnar undir oddadyst á norðoyastevnu.
EB/Streymur?KÍ 0?1 (0?0)
0?1: Hjalgrím Elttør 54.
EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Hallur Jacobsen, Marni Djurhuus, Esmar Eiðisgarð, Bárður Olsen ? Jákup Martin Joensen (Teitur Joensen, ), Marek Vierzbicki, Ronnie Samuelsen, Magni á Lakjuni ? Sorin Anghel, Hans Pauli Samuelsen
Gult kort: Jákup Martin Joensen
KÍ: Kartin Joensen ? Harley Bertholdsen, Sámal Eyðfinn Akursmørk, Ove Nysted, Símun Joensen ? Atli Danielsen, Leon Bjartalíð, Allan Joensen, Jan Joensen (Arnold Joensen, ), Erling Fles ? Hjalgrím Elttør
Gult kort: Sámal Eyðfinn Akursmørk