Alt bendir á, at tað verður ein føroyingur í næstbestu deildini í Noregi komandi ár. Tað er greitt, nú Levanger FK við Kaj Leo í Bartalsstovu á liðnum er ógvuliga tætt við at tryggja sær uppflyting úr triðbestu deildini.
Triðbesta deildin er býtt í fýra bólkar, og bólkur 3, har Levanger FK spælir, er einasti bólkurin, sum ikki er avgjørdur nú tað bara manglar ein dystur. Tað skal tó ein stórur skelkur til, um Levanger FK ikki flytur upp.
Levanger FK er nevniliga á fremsta plássi við trimum stigum niður til Raufoss og Byåsen, sum harumframt hava eina málúrtøku á ávikavist 10 og 12 mál verri enn Levanger FK. Einasta støðan, sum kann viðføra, at Kaj Leo og teir ikki flyta upp, er, um teir tapa stórt ímóti Nardo í síðsta umfari, samstundis sum Raufoss og Byåsen vinna stórsigur.
Seinasta og avgerandi umfar verður spælt leygardagin. Dysturin ímillum Levanger FK og Nardo byrjar kl.12.00 føroyska tíð.