Kaj Leo í Bartalsstovu hevur spælt sín seinasta dyst fyri norska Levanger FK. Tað skrivar Trønder-Avisa, sum hevur verið í samband við bæði spælaran sjálvan, og umboðsmannin hjá honum, Hans Jacob á Líknargøtu.
Les eisini: Kaj Leo sáttmálaleysur
Tað gongur fram í greinini, at partarnir ikki kunnu semjast um fíggjarliga partin. Blaðið skrivar, at Hans Jacob í Líknargøtu kravdi "skyhøy lønn" til Kaj Leo. Hesum avsannar umboðsmaðurin.
- Tað passar ikki. Krøvini hjá okkum vóru á innan fyri øll vanlig mørk, sigur Hans Jacob á Líknargøtu við in.fo.
Andreas Holmberg, sum var venjari hjá Levanger í fjør, er í dag ítróttarstjóri. Hann brúkti ikki Kaj Leo so nógv, men hevði ynskt at hann helt fram í felagnum.
- Vit vildu gjarna longt sáttmálan við Kaj Leo, men fíggjarliga fáa vit tað ikki at ganga upp, sigur Andreas Holmberg, ítróttarstjóri í Levanger við Trønder-Avisa, og ynskir honum góða eydnu í framtíðini.
Kaj Leo í Bartalsstovu sigur við blaðið, at hann er keddur um støðuna, men at eftir tvey ár í felagnum, so er kanska eisini tíð at royna okkurt nýtt.
Sostatt bleiv tað til tvey ár í Levanger fyri føroyska landsliðsspælaran. Fyrsta árið flutti felagið upp í næstbestu deildina, meðan felagið í ár ár megnaði málsetningin um at yvirliva í deildini.
Fyribils hevur Kja Leo ikki nakað beinleiðis tilboð liggjandi á borðinum, men fleiri feløg av víst áhuga. Talan er um feløg í grannalondunum hjá okkum.