Tað verður onki stríðsval um starvið sum floksformaður og næstformaður í Sambandsflokkinum á hesum sinni
Tað er nú greitt, at eisini hetta næsta árið eitur formaðurin í Sambandsflokkinum Kaj Leo Johannesen og næstformaðurin eitur Johan Dahl.
Nú um vikuskiftið heldur Sambandsflokkurin landsfund og tá er skulu eisini formaður og næstformaður veljast.
Tað er ikki í nógvum flokkum, at tað so ofta hevur verið stríðsval um formanssessin, sum í Sambandsflokkinum hesi síðstu árini.
Men nú er greitt, at á landsfundinum í ár verður onki stríðsval um formanssessin í flokkinum og tað verður heldur onki val um starvið sum næstformaður.
Seinasta freist at lata flokkinum uppskot um valevni til formanssessin og næstformanssessin, var sunnudagin.
Men Helgi Abrahamsen, skrivari hjá Sambandsflokkinum, staðfestir í dag, at ongi uppskot eru latin inn til sessin sum formaður og næstformaður.
Hinvegin hava hvørki formaðurin ella næstformaðurin boðað frá, at teir ikki taka við afturvali og tað skuldu teir eisini havt gjørt í seinasta lagi sunnudagin.
Og eftirsum ongi uppskot eru latin inn og heldur ongi avboð, er tað sostatt greitt, at Kaj Leo Johannesen heldur fram sum floksformaður tað næsta árið og Johan Dahl heldur fram sum næstformaður