Kaj Leo skoraði í stórsigri hjá Njarðvík

Njarðvík heldur fast í oddasessinum í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini

Kaj Leo í Bartalsstovu var við frá dystarbyrjan, tá hann og liðfelagarnir í Njarðvík tóku móti Þór Akureyri á heimavølli í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Dysturin endaði við stórsigri 5-1 til Njarðvík. 

 

Kaj Leo økti til 2-0 í 21. minutti við einum sera góðum skoti. Kaj Leo var skiftur út tá 81 minuttir vóru leiktir av dystinum.

 

Njarðvík-Þór 5-1 (2-0)

1-0 Dominik Radic ('4 )

2-0 Kaj Leo í Bartalstovu ('21 )

2-1 Birkir Heimisson ('62 )

3-1 Oumar Diouck ('77 )

4-1 Freysteinn Ingi Guðnason ('90 )

5-1 Oumar Diouck ('93 )

 

Njarðvík er fremst í deildini við 13 stigum fyri fimm dystir. 

 

Komandi hóskvøld klokkan 19 spælir Njarðvík móti Fjölnir á útivølli.