Kalda kríggið umaftur?

Oddagrein:

Tey, sum eru komin eitt sindur til árs, minnast Kalda kríggið. Hetta var ein sera spent støða millum NATO-lond øðrumegin og Warzawasamgongu hinumegin. Risaveldini USA og Sovjet vóru á odda í hesum stríði, sum sjálvsagt ikki var eitt beinleiðis kríggj við vápnum, men ein politisk støða, har óttin fyri álopi og fyrireiking til álop eyðkendi gerandisdagin. Tey blóðugu kríggj, sum vóru hetta tíðarskeiðið vóru tó meira ella minni avleidd av Kalda krígnum, og stórveldini tóku meira ella minni beinleiðis lut í hesum kríggjum. Nevnast kunnu Koreakríggið, Vietnamkríggið og øll tey mongu hjálandakríggini í fimmti og sektiárunum.

 

Kalda kríggið ávirkaði alt – búskap, samfelagslív og mentanarlív fyri vestan so væl sum fyri eystan. Eisini her í Føroyum bar Kalda kríggið við, og tað var ikki frítt, at krígsóttin ávirkaði gerandisdagin í Føroyum, serstakliga í fimmtiárunum. Tær almennu frágreiðingar, sum eru til taks um Danmark, Grønland og Føroyar undir Kalda krígnum avdúka, at eisini reint hernaðarliga og politiskt høvdu Føroyar týdning, serstakliga fyri NATO. Men eisini Warzawasamgongan hevði eyguni vend móti okkara landi, og alt bendir á, at var orrustan brostin á, ja, so vóru Føroyar vorðnar bumbumál orsakað av hernaðarligu útgerðini í Mjørkadali og á Eiði.

 

Eftir at Múrurin og Warzawasamgongan vóru fallin, tiðnaði Kalda kríggið burtur, spenningurin í heiminum linkaði, og óttin fyri einum heimsfevnandi atombardaga hvarv. Ábyrgdin fyri at halda hesa friðarligu javnvág liggur fyrst og fremst á USA. Undir Clinton stjórnini eydnaðist hetta væl, tí USA og NATO dugdu sær hógv og ansaðu eftir ikki at eyðmýkja tað Rusland, sum reisti seg úr politisku toftunum av Sovjetsamveldinum. Men eftir at tær neokonservativu kreftirnar við George W. Bush komu til valdið í USA er gingið aftur um brekkur við heimsfriðinum. USA hevur støðugt trýst og hótt Rusland, eitt nú við at gera rakettstøðir í Póllandi og Tjekkia. Putin stýrið í Ruslandi hevur hjalpt væl til, og Medvedev tykist fylgja sínum politiska mentori. Úrslitið er ein heimsstøða, sum kann minna á Kalda kríggið. Tað er henda støða, sum so at siga kemur í útbrot í Georgia, har Putin og Medvedev nýta loysingina hjá Abkasia og Suðurossetia til at vísa NATO, USA og ES, at Rusland aftur er við at gerast eitt stórveldi, sum Vesturheimurin noyðist at virða og at rokna við. Tað er væl skiljandi, at USA, ES og NATO vilja vísa styrki, tá Rusland fer fram við óspektum og harðskapi í sínum grannaøkjum. Hinvegin hevur USA hjálpt væl til við rakettstøðunum í túni Ruslands. Soleiðis byrjar ein tilgongd, ein skrúva uttan enda, sum kann leiða til eitt nýtt kalt kríggj, sum ongum gagnar uttan vápnaídnaðinum og viðgongdum kreftum fyri vestan so væl sum fyri eystan.