Gray Davis, sum enn er guvernørur í Kalifornia, hevur lýst undantaksstøðu í tveimum pørtum av statinum, og hann hevur biðið George W. Bush, forseta lýsa økini í undantaksstøðu. Sambært guvernørinum er hetta tann ringasti eldurin, sum hevur verið í Kalifornia seinastu tíggju árini.
Eldurin hevur serliga gjørt um seg á leiðini við býin San Diego. Har eru umleið 100.000 hektarar svidnir av, og átta fólk har eru deyð, sigur løgreglan í býnum. Tvey teirra doyðu, tá tey royndu at flýggja undan eldinum í bili, ein maður doyði, tá hann royndi at bjarga húsunum, og ein annar maður fekk hjartaslag, meðan hann stóð og hugdi at húsum sínum, sum stóðu í ljósum loga.
Eisini eystan fyri stórbýin Los Angeles hevur eldurin gjørt stóran skaða, og har royna umleið 20.000 sløkkiliðsmenn at basa eldinum. Reyði Krossur hevur skipað tjúgu neyðhjálparstøðir í Kalifornia fyri at hjálpa fleiri túsund fólkum, sum hava verið noydd at flýggja undan eldinum.
Nógvur vindur av skiftandi ættum hevur gjørt tað sera trupult hjá sløkkiliðunum at forða eldinum í at breiða seg, og í gjár søgdu veðurmenninir framvegis frá vindi teir næstu dagarnar. Tað hevur eisini verið turt leingi, og harafturat hevur tað verið heitt leingi. Tað ger, at at kalla alt brennur, siga sløkkiliðini.
Løgreglan í Kalifornia heldur, at eldurin er ásettur.