Tað er neyvan nøkur loyna fyri nakran, at veturin er komin við kulda og kava. Veðrið um vikuskiftið verður meira av tí sama.
Sambært donsku veðurstovuni DMI, so kemur køld luft yvir Føroyar av norðri og veðrið fær ein vetrarligan dám.
Í dag verður eitt lot til andøvsgul av vestri, 2-7 m/s. Út á dagin minkar vindurin til eitt lítið lot, undir 5 m/s. Vindurin veksur aftur í nátt, men heldur sær undir 10 m/s. Skiftandi skýloft við regni og vátakava, við møguleika fyri kavaælum eisini.
Hitin verður at liggja millum tvey og seks stig. Um náttina niður í tvey til fýra stig.
Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5-10 m/s. Seinni í kvøld og í nátt minkar vindurin viður í lot til andøvsgul, 2-7 m/s. Skiftandi skýloft við ælaveðri, vátakava og kava. Hitin fer at liggja millum tvey og seks stig, um náttina niður í frostmarkið og fimm stig.
Sunnudagin fer vindurin at liggja millum 2-7 m/s av norðri. Út á dagin veksur vindurin upp í gul til stívt andøvsgul, 5-10 m/s. Skiftandi skýloft við ælum av vátakava og kava. Hitin fer at lliggja millum tvey og seks stig, sum um náttina fer at liggja undir frostmarkið og fimm stig.