Kiev er størsti býur í Ukraina, og her búgva slakar tríggjar miljónir fólk. Býurin er kendur fyri eitt nú ídnað, vísind, útbúgvingar og mentan.

Kanada tekur fólk heim av sendistovuni í Ukraina

Men, sendistovan verður ikki stongd. - Vit hava eitt vakið eyga við gongdini, sigur kanadiska uttanríkisráðið.

Kiev er størsti býur í Ukraina, og her búgva slakar tríggjar miljónir fólk. Býurin er kendur fyri eitt nú ídnað, vísind, útbúgvingar og mentan.

Kanada hevur gjørt av at taka nøkur fólk heim av sendistovuni í Ukraina, men sambært Reuters verður sendistovan ikki stongd.

Tíðindastovan skrivar, at talan er um fólk og familjur, sum eru knýtt at kanadisku sendistovuni í ukrainska høvuðsstaðnum, Kiev.

Orsøkin til, at uttanríkisráðið í Kanada nú vil hava hesi fólk heim, er spenta støðan á markinum millum Russland og Ukraina.

- Vit hava eitt vakið eyga við gongdini, men okkara fremsta mál er trygdin hjá okkara borgarum, sigur kanadiska uttanríkisráðið.

Kanadiska sendistovan í Kiev verður tó framvegis opin, men fólk og familjur, sum ikki hava so týðandi leiklut, eru biðin um at koma heim.