Við tað, at djúpri endin av svimjihylinum fer niður á fýra metrar, hevur verið neyðugt at fara langt niður í lendinum. Nú er tíðin komin til, at sjálvt stoypiarbeiðið skal gerast. Myndr: Álvur Haraldsen.

Kanjon fer helst at stoypa alt hetta árið

- Gongur alt, sum ætlað, fer tað at taka umleið tvey ár, til nýggja svimjihøllin stendur liðug, sigur leiðarin á byggiplássinum hjá Kanjon í Runavík, Jan Alexson.

 

Við tað, at djúpri endin av svimjihylinum fer niður á fýra metrar, hevur verið neyðugt at fara langt niður í lendinum. Nú er tíðin komin til, at sjálvt stoypiarbeiðið skal gerast. Myndr: Álvur Haraldsen.

Svimjihøllin, sum nú verður bygd í Runavík, er ein stór verkætlan, sum verður bygd uppí norðara enda av Bylgjuni, og her koma tvær lonir aftrat verandi bygningi. Tað er Kanjon, sum hevur høvuðsarbeiðstøkuna í Runavík, og sáttmálin millum Runavíkar kommunu og byggifyritøkuna varð undirskrivaður hin 27. oktober í fjør.

 

Í Runavíkar kommunu kundu tey fegnast um, at longu eina viku eftir undirskriving, var nógv virksemi á økinum, har høllin verður bygd. Mett verður, at tað fer at taka stívliga tvey ár at byggja nýggju svimjihøllina.

 

Fyrsta stigið hjá Kanjon var at taka gamla millumbygningin, sum var bygdur norður úr gomlu ítróttarhøllini, niður. Eftir at bygningurin varð tikin niður, fór Kanjon í holt við at grava omanav og gera lendisarbeiði, og síðan hevur bæði verið sprongt og planerað á byggiøkinum.

 

Við tað, at djúpri endin av hylinum í svimjihøllini fer niður á fýra metra dýpi, hevur verið neyðugt at farið langt niður í lendinum, men nú er tíðin komin til, at sjálvt stoypiarbeiðið fer í gongd. 

 

Jan Alexson, sum bæði er útbúgvin timburmaður og verkfrøðingur, er leiðari á byggiplássinum hjá Kanjon í Runavík, og hann hevur starvast í fyritøkuni í tvey ár.  Kanjon hevur einar 10 mans á byggiplássinum í Runavík løtuni, og her verða nógv fleiri, tá arbeiðið er komið nakað longri. 

 

- Her skal nógv stoypast, og vit fara helst at stoypa restina av hesum árinum. Kanjon hevur egna betongblandistøð á Skarðhamri, sum er millum Klaksvík og Norðoyri. So, hetta verður alt eginframleiðsla, um vit so kunnu siga.

 

Hann vísir á, at fyrimunirnir við egnari betongblandistøð eru, at teir ikki skulu bíða eftir leveringum.

 

##med2##

 

Betongblandistøðin hjá Kanjon koyrir hvønn dag, og fyritøkan letur eisini betong til aðrar. 

 

Jan Alexson væntar, at tað fer at taka umleið tvey ár, til nýggja svimjihøllin stendur liðug í Runavík. Kanjon hevur høvuðsarbeiðstøkuna, og síðan hevur byggifyritøkan undirveitarar til eitt nú HVS, el, flísalegging og vatnreinsan. 

 

Sum entreprenørfyritøka ger Kanjon alt jørð-og lendisarbeiði, eins og byggifyritøkan ger alla stoyping og hevur fólk til alt timburarbeiðið og ymiskt annað, sum skal gerast.

 

- Vit hava eisini dugnaligar undirveitarar at gera tey arbeiði, sum vit ikki gera sjálvir, sigur Jan Alexson hjá Kanjon.

 

 

 

 

 

Við tað, at djúpri endin av svimjihylinum fer niður á fýra metrar, hevur verið neyðugt at fara langt niður í lendinum. Nú er tíðin komin til, at sjálvt stoypiarbeiðið skal gerast. Myndr: Álvur Haraldsen.

Her er gongd í hjá Kanjon. Soleiðis sá út í Runavík fyri umleið 14 døgum síðan.