Kanning leggur Romney á odda

Tær seinastu meiningakanningarnar í USA benda á, at forsetavalið verður kanska meiri spennandi, enn tær fyrstu kanningarnar bendu á.

Í gjár endurgav Washington Post eina kanning, sum vísti, at tað stóð á jøvnum millum Barack Obama og Mitt Romney við 47 prosentum av atkvøðunum í part.

Nú vísir ein kanning hjá Pew Research Center, at 49 prosent av teimum, sum eftir øllum at døma fara á val tann 6. november, ætla sær at atkvøða fyri Romney. 45 prosent siga, at Obama fær teirra atkvøður.

Støðan millum teir báðar er nógv broytt síðani sjónvarpsdystin seinasta mikudag. Undan sendingini fekk Obama 47 prosent, og Romney fekk 41.