Tað hava verið nógvar atfinningar mótvegis teirri kanningini, sum vit umrøddu í Sosialinum fyrr í vikuni. Har varð sagt, at um ikki umfatandi broytingar vórðu settar í verk, fór veiði eftir villini fiski at steðga áðrenn 2050. Men tað eru langt frá øll samd við granskarunum um Fyrr í vikuni prentaðu vit eina grein um ovurfisking og dálking, sum sambært einari kanning frá november í fjør fer at føra til, at eingin villfiskur verður eftir at veiða í ár 2050, verða ikki umfatandi tiltøk sett í verk.
Tað var tíðarritið Science, sum av fyrstan tíð bar tíðindini um hesa kanningina, og síðani hevur frágreiðingin og niðurstøðan ferðast heimin runt, uttan at nevnivert av kritiskum spurningum og viðmerkingum eru slopnar framat.
Ein teirra, sum ikki er samdur við hesi niðurstøðuni, er Alan Longhurst. Hann hevur latið inn eina góðkenda viðmerking, har hann vísir á fleiri feilir við kanningini og serliga á tí hagtalsgrundarlagi, sum kanningin byggir á.
Í átta síður longu viðmerkingini vísir Longhurst á heilar sekstan keldur, sum allar eru ivasamar um niðurstøðuna hjá Boris Worm og hansara starvsfeløgum.
Longhurst sigur, at hóast fleiri fiskifrøðingar og fólk annars innan fiskiídnaðin eru ósamd við niðurstøðuni og kanningini sum heild, er ikki ein tann einasta atfinningarsom viðmerking sloppin við í tíðarritið Science, og tað er rættiliga undrunnarvert og illgrunasamt.
Hagtalsgrundarlagið, sum granskingarbólkurin hevur fingið frá FAO-goymslunum, eru ikki heilt álítandi. Sjálvur vísir Longhurst á eina røð av mistøkum, sum granskarabólkurin hevur gjørt. Hetta er í størstan mun orsakað av, at kanningin konsekvent byggir á biomargfaldni í økinum og einki annað. Hetta argumentið er bygt á royndir á fjøruøki og síðani bara flutt út á strandahøv.
Aðrir skeivleikar
Við at nýta veðurfrøðina í royndarúrslitum, sum eru fingin til vega við fjøru-ecoskipanum og kunngjørdar í 16 vísindaligum tíðarritum frá 1960 til 1995, er niðurstøðan hon, at eitt ríkt plantulív á botni mennir støðufesti í ecoskipanini, har hetta er skilgreinað sum »evnini at standa ímóti áhaldandi órógvi«. Men tær 20 ávísingarnar nýttar at undirbyggja hesa niðurstøðuna eru fingnar til vega við kannningarstovuúrslitum ella ástøðiligum manipulatiónum av fjørusløgum. Í hesum førinum bert bygt á sjógras.
Longhurst heldur tað vera ov lætt farið um, bert at framrokna slík úrslit til at galda á opnu strandahøvunum, serliga tí bert eitt av teimum tólv kannaðu økjunum kann roknast sum strandahav. Restin eru víkir og firðir.
Eisini fílist Longhurst á, at tað er ógvuliga trupult hjá lesaranum at finna út av, hvar stóra rúgvan av hagtølum stavar frá, og má tí nýta annað uppfylgjandi tilfar at fáa greiði á hesum.
Granskarabólkurin ger síðani tað, at hann framroknar úrslitið fyri strandahøvini ? ið jú sum kunnugt er ein framrokning av úrslitinum av fjørukanningini ? til stóru heimshøvini, og har byggja tey eisini á skeivt grundarlag, sigur Longhurst.
Umframt hetta tekur Longhurst sum dømi, at bólkurin roknar við 725 ymsum fiskasløgum í Guineiska Golfinum, hóast tað bert verða fiskað 200 sløg av fiski, harav 17 umboða minni enn 0,1% av fiskiskapinum. Nógv tey flestu sløgini halda til á so djúpum vatni, at hugsingur er ikki um at royna eftir teimum. Og tá má væl vera trupult at tosa um ovurveiði.
Vit ætlaðu at fáa eina viðmerking frá Hjalta í Jákupsstovu, men hann bar seg undan við teirri grundgeving, at umrødda kanningin var tengd at stórari óvissu, og at hann ikki nóg gjølla hevði sett seg inn í umrøddu kanning.
Men tað kann í hvussu er staðfestast, at langt frá øll ? og tað er serliga galdandi fyri fiskifrøðingar og fólk innan fiskiídnaðin ? eru samd við kanningarúrslitunum og niðurstøðunum hjá Boris Worm og starvsfeløgum hansara.