Kappbjóða um Cristiano Ronaldo

Sambært enskum miðlum er Paris Saint Germain nú favorittur at ogna sær heimsstjørnuna komandi summar

Flytingarvindeyga letur ikki upp fyrrenn á nýggjárinum, men søgurnar um keyp og sølu av fótbóltsspælarum skorta ikki.

 

Í farnu viku skrivaðu fleiri miðlar kring Evropa, at Cristiano Ronaldo spælir sítt seinasta kappingarár í Real Madrid, og fer væntandi aftur til Manchester United komandi kappingarár.

 

Men nú skrivar bretska blaðið "Daily Star", at franska høvuðsstaðarfelagið Paris Saint Germain er nú favorittur til at ogna sær portugisisku heimsstjørnuna. PSG ætla at bjóða 110 miljónir bretsk pund, sum er 1,16 miljard krónur í okkara peningi fyri at ogna sær Ronaldo. Allur sáttmálin íroknað løn og bonus skal hava eitt virði, sum táttar í tríggjar miljardir krónur í okkara peningi.

 

Eitt annað bretskt blað "The Mirror" skrivar, at Manchester United nú eru til reiðar til eitt prískríggj fyri at ogna sær Cristiano Ronaldo, og teir siga seg eisini verða til reiðar at møta teimum høgu lønarkrøvunum hjá Cristiano Ronaldo, so hann fyri fyrstu ferð síðani 2009 kann venda aftur til Old Trafford.