Kappróðurin kókar í Klaksvík

Norðoyarstevnan: Í fyrstu royndini eftir íløgu upp á fjórðings millión, vunnu klaksvíkingar tríggjar sigrar, og nú umhugsa teir í Klaksvík at fáa sær ein nýggjan dreingjabát afturat

 

Tað eru fullkomuliga nýggjar tíðir í kappróðrinum í Klaksvík. Tað sást væl á norðoyarstevnu leygardagin. Tað plaga at vera nógv avbygda ? og býarfólk og fylgja við í kappróðrinum. Men tað plaga at vera fáir klaksvíkingar og norðoyingar. Leygardagin var væl meiri av fólki, enn tað var í fjør. Veðrið var gott, og fitt av klaksvíkingum vóru niðri við sjógvin ? bæði eystanfyri og vestanfyri. Teir tevjaðu sigrar, og tað vísti seg at halda stikk. Aðru hvørja ferð, tá formaðurin í mentamálanevndini, Jórun Høgnesen, handaði steyp og gullkrónur, vóru tað tey í Klaksvíkar Róðrarfelag, sum tóku ímóti, og í útvarpinum kom tað væl við, at tað eru fleiri sangir um Klaksvíkna!.

 

Í Norðoya prúðastu bygd, sum Bernard Brim, sáli, tók til, eru tey farin at leita í kappróðrarhagtølunum. Í nýggjari tíð ? og tá fara vit eini fjøruti ár aftur ? er tað ikki komið fyri, at tríggjar manningar úr Klaksvík hava vunnið í heimasjógvi.

 

Síðsta FM heitið í kappróðri, sum var vunnið til Klaksvíkar, var í 1990. Tá vunnu kvinnurnar við Páll Fanga. Síðani 1973 hevur FM kappingin verið skipað, soleiðis sum hon er tað í dag. Umframt í 1990 vunnu kvinnurnar við Páll Fanga eisini í 1986, 1987 og í 1989. Annars hevure verið púra øskukalt í Klaksvík.

 

Á mannfólkasíðuni skulu vit heilt aftur til 1970 fyri at finna ein róðrarbát úr Klaksvík, sum vann á norðoyarstevnu. Tá var Klaksvíkingurin nýggjur. Umframt á norðoyarstevnu vann hann á jóansøku í Vági og á Vestanstevnu í Sørvági.

 

Íløgan loysir seg

 

Undan hesum róðrarárinum hevur róðrarfelagið í Klaksvík spílað seg út. Sámal Hansen hevur smíðað tríggjar bátar fyri teir. Samlaði prísurin fyri allar bátarnar, tá puss, lakk og annað verður roknað uppí, var ein fjórðings millión krónur. Nevndin í felagnum hevur verið rættuliga virkin í fleiri ár, og teir áttu fyri bátarnar, tá teir vóru flotaðir. Lions Club í Klaksvík rindaði fyri ein, neytalortakappingin gav pengar fyri ein annan, og aðrar inntøkur rindaðu tann triðja.

 

Um íløgan verður vigað út frá úrslitunum leygardagin, so ber ikki til at siga annað, enn at tað hevur loyst seg:

 

? At tað gekk so væl við kappróðrinum setti ein serligan dám á stevnuna. Fólk hava hug at práta um kappróður. Tað hevur ikki verið so vanligt her norðuri í mong, mong ár. Eisini sovorðin, sum sjálvi siga, at tey ongantíð áður hava havt áhuga fyri róðrinum. Tað er hugaligt.

 

Hetta sigur Fróði Waag, sum er ein av nevndarlimunum í kappróðrarfelagnum í Klaksvík, og sum leygardagin átti lut í sigrinum hjá Nevinum Reyða.

 

Áhugin fyri at rógva er so mikið stórur, at klaksvíkingar á norðoyarstevnu bjóðaðu seg fram við seks manningum. Tað er ikki komið fyri áður, og tað er ikki so langt síðani, at teir við neyð og deyð megnaðu at flota tveir bátar.

 

? Umframt tær seks manningarnar, sum luttóku hesa ferð, hava vit eina aðra manning. Talan er um ungar dreingir, sum av og á venja við gomlu Fípuni Føgru, sum nú eitur Snípan. Vit umhugsa inntil komandi ár at fáa okkum ein dreingjabát afturat. Dreymurin er, at vit skulu megna at vera við í øllum kappingunum, men vit mugu arbeiða tað upp frá botninum, heldur Fróði Waag, sum saman við øllum hinum róðrarfólkunum ? bæði teimum í Klaksvík og aðra staðni í landinum ? gleðir seg til næstu FM stevnuna, sum verður á jóansøku annað vikuskifti.

 

Komandi vikuskifti verður stevna í Runavík. Tá verður kappróður, men hann fer ikki at telja við í FM kappingini. Kortini man lítil ivi vera um, at fleiri av manningunum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag fara at taka lut.