Karin Joensen 100 ár

Leygardagin 10. september 2005 fyllir Karin Joensen úr Fuglafirði, búsitandi á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi, 100 ár.

Í hesum sambandi verður opið hús, sum familjan, heimið og Fuglafjarðar kommuna skipa fyri í felag. Almenn umboð, stýrislimir og umboð fyri bý- og bygdaráðini í Eysturoy koma eisini at heilsa upp á Karina hendan dagin.

Karin Joensen, f. Eliasen, er ættað úr Fuglafirði. Foreldrini vóru Líggjas við Gjógvará og Katrina, fødd Toftegaard. Tey vóru fimm systkin, tríggir dreingir og tvær gentur.

Karin gekk í barnaskúla í Fuglafirði, og sum ung fór hon á húsarhaldsskúla í Havn. Seinni fór hon út at tæna, soleiðis sum vanligt var tá í tíðini.

Í 1934 giftist Karin við Elias Joensen av Skipanesi. Hann arbeiddi í mong ár sum snikkari hjá Jákupi Oluf Jacobsen í Fuglafirði.

Karin og Elias fingu trý børn, dóttrina Rigmor, gift Toftegaard, og Kaj Eli Blábjørg, sum bæði búgva í Fuglafirði, og Charles Fríðberg, ið býr á Argjum.

Arbeiði hjá Karini var at halda hús, og har var nokk at takast við. Tey høvdu nakað av jørð og eina kúgv, so m.a. gekk hon til neytar, burtur í torv og hoyggjaði og gjørdi annars alt sum hoyrdi til eitt vanligt húsarhald tá í tíðini. Hon bakaði breyð, líka til hon fór á ellisheimið.

Tá mamma Karin gjørdist álvarsliga sjúk, fluttu foreldrini inn til tey at búgva.

Karin bleiv einkja í 1989, tá Elias doyði 80 ára gamal. Síðan oktober 1996 hevur hon búð á Ellis- og Røktarheiminum í Runavík.

Likamliga er Karin rímiliga væl fyri, situr í rullustóli, men ikki ber til at fáa samband við hana.

Karin eigur 10 ommubørn og 18 langommubørn.