Karl Jákup farin 102 ára gamal

Sigldi saman við tónaskaldinum Hans Jacob Højgaard

Tey seinastu árini hevur ein partur av mínum virksemi verið at festa á blað so stóran part av okkara fiskimannasøgu, sum tað bar til. Hetta hevur skapað samband við ein hóp av okkara gomu hetjum, sum hava lagt grundarlagið undir okkara samfelagi undir umstøðum, sum eingin kann ímynda sær í dag. Ein av hesum var Karl Jákup Sigvardsen við Gjógv. Hann var 99 ár, tá ið vit hittust fyrstu ferð har norðuri. Tá greiddi hann frá, tá ið hann hevði verið til skips saman við Hans Jacob Højgaard, sum er kendur fyri alt annað enn sum fiskimaður, nevniliga tónleik. Vit hava so hitst nakrar ferðir eisini, serliga í samband við hansara 100 ára føðingardag. Tá eydnaðist at fáa ein part av hansara lívi til sjós, sum varð prentað í FF-blaðnum. Hetta eitt gott íkast til tær frásagnir, sum annars hava verið um hendan avgerandi partinum av okkara lívsgrundarlagi. Henda frásøgnin var gjørd í samstarvi við hansara synir. Karl Jákup hevði blivið 103 ár 27. februar, men nú orkaði hann ikki meira og seinasta dagin í 2007 legði hann árarnar inn fyri seinastu ferð mettur av døgum. Tað kann vera hóskandi at tríva í nakað av tí, sum greitt varð frá í umrøddu grein.Faðir Karl Jákup - Petur Jákup á Fløtti - var tvær ferðir giftur. Í fyrra hjúnalagnum við Onnu Katrinu úr Jákupsstovu vóru synirnir Kristjan og Axel. Eftir at konan var deyð, giftist hann uppaftur við trímenninginum Frederikku, ættað av Rættini í Funningi. Hon gjørdist 105 ár. Saman fingu tey bæði seks børn á lívi. Karl Jákup var triðja barnið í raðnum.Fór til arbeiðis 11 ára gamalLongu sum 11 ára gamal fór Karl Jákup í fiskaarbeiði hjá Sofus Debes, ið keypti og saltaði fisk fyri Vágsbotnhandilin. Sum hann mentist, lærdi hann har eins og aðrir dreingir at flekja og hagreiða fisk, sum kom teim seinni rættiliga til góða á skipsdekki. Eftir at hava fingið prestsins hond á høvdið í 1919 hugsaði Karl Jákup eins og javnaldrarnir um tað mundið næstan bara um tað eina – at sleppa til skips. Hetta skuldi ligið væl fyri. Hálvbrøðurnir, Kristjan og Axel , førdu báðir skip, og pápin, ið hevði verið skipari í fleiri ár, skiftist nú mest at sigla við synunum báðum.Í desember mánaði hetta árið keypti Axel saman við J.F.Kjølbro vágssluppina “Kristinu” frá Dias á Heyggi , skipara, í Vági. Kundi eins væl verið gingin burtur 15 ára gamalSum áður sagt, tráaði Karl Jákup eftir at sleppa við hesi skútuni á Suðurlandið, men pápin fekk kortini sett hann aftur. Tá ið febr. Mánaði 1920 leið móti endanum, helt “Kristina” til havs yvir á Suðurlandið. Manningin taldi 17. Teirra millum vóru faðir, bróðir og hálvbróðir Karl Jákups.Um mánaðarskiftið herjaði satt ódnarveður um norður Atlantshavið. Einki sannspurdist eftir hetta um tær báðar sluppirnar “Kristinu” og ”Helenu”, ið helst eru farnar í hesum ovurveðrinum.Tá ið komið var út í mai mánað - og bert tøgn framvegis valdaði um hesi bæði skipini – vóru allar vónir brostnar um at síggja teirra kæru aftur.Á Fløtti við Gjógv sat hin 44 ára gamla Frederikka eftir sjálv sjeynda. So mong heim vóru stødd í slíkari støðu, serliga í slupptíðini tí tað var so mangan, at skip og bátar ikki spurdust afturíaftur. Eftir sótu konur og børn - í djúpari sorg og mangan á berum. Kostirnir vóru tí mangan og hjá mongum annaðhvørt at lúta og seta børnini út ella taka dystin upp. Vit vita, at mamman og tá 15 ára gamli Karl Jákup høvdu í ráði, hvat gerast skuldi.Máttu stríðast saman at halda húsinum uppiTey tóku ta avgerð at stríðast saman at halda húsinum uppi. Karl Jákup tók á sínar ungu herðar alt mansarbeiði á sjógvi og landi, og mamman knossaðist á sín hátt bæði úti og inni. Saknurin kendist mangan svárur í uppvøkstrinum ongan pápa ella abba at hava at hella seg til við spurningum og ráðum.Tey næstu árini læt Karl Jákup alt, ið hann forvann, til heimið. Og tá ið tann næsti bróðirin, ið var hálvt fjórða ár yngri, var tilkomin, tók eisini hann við.Karl Jákup giftist í 1931 við Elisabeth, dóttur Pól Jóhannes á Bø. Tey fingu tríggjar dreingir, ið allir gjørdust lærarar. Karl Jacob fekk fyri kortum ta sorg at missa sonin Hans Jacob. Hinir synirnir eru Petur Jacob og Ásfinn.Eitt drúgt lív á sjónumTað fyrsta skipið, sum hann var við, var deyðsiglarin Star of Hope, sum Kristjan á Fløtti, við Gjógv, førdi, og við tí var hann 1921 og 1922. Í 1923-24 og 25 var hann við William Stephansson. Skipari var Jacob á Nesi. Tað var tá, at hann var saman við tónaskaldinum Hans Jacob Højgaard. Karl Jákup minnist ikki, um Hans Jacob var raskur fiskimaður, men hann minnast, at hann plagdi altíð at syngja, meðan hann stóð við snørið, so evnini hevur hann víst heilt frá ungum aldri. Í 1926 var hann við Vigilant - einum deksbáti, ið Mortensen á Tvøroyri átti. Viberg á Sevmýru var skipari. Í 1927 og 28 var hann við Emerald, ið var deyðsiglari. Kristian á Fløtti førdi Emerald hesi árini. Veturin 1928 lærdi Karl Jákup til motorpassara í Keypmannahavn. Pápin hevði mælt honum til hetta, tá ið hann fór sín síðsta túr, og hetta var í grundini orsøkin til, at hann gjørdist motorpassari.Í 1929 og 30 var hann við Acorn. Karl Anton á Bø, við Gjógv, var skipari á Acorn undir Íslandi, meðan pápi hansara, Poul Jóhannes á Bø, var skipari undir Grønlandi. Í 1931 og 32 var hann við Kristinu, ið Símun í Sámalsstovu, við Gjógv, førdi. Í 1933 og 34 var Karl Jákup við Gudrun Zoegu, sum Kristjan á Fløtti førdi. Í 1935 og 36 við Polarfarinum, sum Oliver Thomsen, úr Gøtu, førdi.Eldur í!Í 1937-38 og 39 var hann við Onnu, sum Óla Jacob á Sandi førdi. Meðan teir royndu undir Íslandi í september mánað 1939, kom eldur í Onnu. Eldurin var so ógvusligur, at teir máttu fara av skipinum og í bjargingarbátin. Veðrið var tíbetur gott, og teir vóru bara nakrar fáar tímar í bátinum. Um 10-11 tíðina um kvøldið kom eitt norskt sildaskip fram á bátin, tók teir upp og flutti teir inn á Tórshavn. Seinni komu teir so til Føroyar við Drotningini. Í 1940 var Karl Jacob við Fame, sum Sofus Hilduberg, við Gjógv, førdi. Í 1941 var hann heima, og hetta árið arbeiddi hann í Havn. Í 1942 og 43 var hann aftur við Fame, sum Meinhard Jacobsen, úr Fuglafirði, nú førdi. Í 1944 var hann heima og róði út. Um várið 1945 var hann aftur við Polarfarinum, sum Oliver í Gøtu førdi. Summarið og heystið hetta árið róði hann út á Norðlandinum – í Raufarhøfn.Í 1946 og 1947 arbeiddi hann í Reykjavík.Í 1948 var hann við Seagull, sum Petur Skeel Dahl, í Funningi, førdi. Í 1949 við Føroyinginum, sum Olrik á Rætt, við Gjógv, førdi. Í 1951 og 52 arbeiddi hann fisk í Klaksvík. Í 1953 og 1954 var hann við Dragabergi, sum Jóanes hjá Dáva, í Klaksvík, førdi, og tey seinastu árini til skips: 1955 - 56 - 57 og 58 - var hann við Fagranesi, sum Tummas í Heiðriksstovu, við Gjógv, førdi.Hann gavst við sjólívinum í 1958. Tá var vegarbeiðið byrjað, ið skuldi knýta bygdirnar Gjógv – Funning – Eiði saman. Hann fór í hetta arbeiðið, og seinni arbeiddi hann á Oyggjarvegnum og í Havn, til hann gavst sum pensionistur.Eftir at hann fór úr lønandi vinnu, róði hann út í heimbygdini og var annars virkin langt upp í ellisár. Tað var hugaligt at kenna Karl Jacob. Hann var altíð so positivur og fittligur. Vit sum hittu kann kom at minnast hann við virðing.ó.