Karsten Hansen roynir aftur

Hann vónar at Fólkaflokkurin hálsar um

- Hetta hevur so stóran týdning, at eg ætli mær ikki at gevast.

Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í Heilsumálum.

 

Í fleiri ár hevur verið arbeitt við eini ætlan um at gera tað ólógligt hjá børnum og ungum undir 18 ár at brúka solarium.

 

Karsten Hansen hevur skrivað eitt uppskot og var til reiðar at leggja tað fyri Løgtingið.

Men so boðaði Fólkaflokkurin frá, at hann tekur ikki undir við uppskotinum og í Løgtinginum fríggjadagin váttaði Karsten Hansen, at av politiskum áðum ber ikki til at leggja uppskotið fram á hesum sinni.

 

Jákup Mikkelsen, formaður fyri Fólkaflokkin á Løgtingi hevur ongar viðmerkingar til málið, uttan tað, at tað er ikki liðugt viðgjørt í samgonguni.

 

Karsten Hansen avsannar, at uppskotið ikki er viðgjørt nóg væl, tí tað hevur verið arbeitt við tí í fleiri ár.

 

Hann sigur, at yvirskipað hevur hann fingið at vita frá Fólkaflokkinum, at hann tekur ikki undir við einum forboði á hesum øki.

 

Les eisini: Forða ætlan um at fyribyrgja krabbamein

 

Men hann leggur afturat, at eftir hansara tykki hevur hetta so stóran heilsufremjandi týdning, at hann fer ikki at sleppa málinum.

 

- Eg vóni, at Fólkaflokkurin hálsar um, tá ið tey hava viðgjørt málið meir innanfloks, sigur Landsstýrismaðurin.

 

Hann sigur, at talan er um eitt uppskot, sum skal verja børn og ung ímóti at fáa krabbamein og hann skilir ikki, hvussu nakar kann taka handilslig áhugamál framum eitt heilsufremjandi átak av hesum slagi.

 

- Hetta er eitt ógvuliga lítið inntriv í handilsvinnuna, men tað hevur sera stóran heilsufremjandi týdning, staðfestir landsstýrismaðurin.

 

Tað er púra burturvið at verja tey handilsligu áhugamálini, heldur enn at verja ungfólk fyri krabbameini, sigur Karsten Hansen.

 

- Tað er lætt at siga, at foreldrini skulu hava ábyrgdina, men veruleikin er, at foreldrini kunnu ikki vera uppi yvir børnunum alt samdøgurið.

Tí er endamálið at at leggja eina ábyrgd á tey, sum selja sól, sigur Landsstýrismaðurin.

 

Karsten Hansen sigur, at hann ivast ikki í, at støðan fer at mýkjast so mikið, at uppskotið kann leggjast fram seinni.

 

Hann heldur, at av tí, at talan er um at verja børn og ung, er hetta ein samfelagslig uppgáva, á sama hátt, sum samfelagið verjir heilsuna hjá børnum og ungum á øðrum økjum.  

Eitt nú er tað ólógligt hjá børnum og ungum undir 18 ár at keypa sigarettir og rúsdrekka.

 

Hann staðfestir eisini, at tað er eitt tilmæli í Krabbameinsætlanini at bannað børnum og ungum undir 18 ár.

Hetta er eisini eitt mál, Krabbameinsfelagið tekur undir við.