Alt bendir á, at Hamid Karzai verður afturvaldur til forseta í Afghanistan. Valið verður um eina lítla viku. Bara tvey valevni hava nakran møguleika at vinna valið, verandi forsetin Hamid Karzai og fyrrverandi uttanríkisráðharrin Abdullah Abdullah. Men eftir teirri seinastu meiningakanningini at døma er lítil ivi um, at Karzai verður afturvaldur.
Kanningin vísir, at hann fær 44 prosent av atkvøðunum, og at Abdullah fær 26 prosent. Tað er amerikanski stovnurin International Republican Institute, sum hevur gjørt kanningina, og úrslitið bleiv kunngjørt í morgun.
Forsetavalið í Afghanistan verður tann 20. august.