Unga føroyska kvinnan, Katrin Dal-Christiansen, er enn eitt dømi um, at føroyingar eisini eru við í alheimsgerðini. Í nøkur ár hevur Katrin arbeitt sum fimleikaralærari í New Zealandi, og í dag eigur og rekur hon sítt egnað fimleikarafelag í New Zealandska høvðusstaðnum Wellington.
Alheimsgerðin umfatar ikki bara tað føroyska og newzealanska. Katrin er gift griskum manni, og hon hevur eina stóra svigarfamilju í New Zealandi. Svigarfamiljan rekur griskar matstovur, so tá føroyska kvinnan ikki undirvísir newzealanskum børnum, livur hon í einum griskum tilflytaraumhvørvi.
Privat fimleikarafeløg
Í Føroyum hevur í seinastuni verið nógv kjak um einskiljingina av Føroya Banka. New Zealand hevði eina stóra einskiljingartilgongd longu í 1980unum, og tað newzealandska samfelagið er í stóran mun gjøgnumprivatiserað.
- Alt kostar í New Zealandi, sigur Katrin. Um eg skal til lækna, um eg skal koyra skrell vekk, líka mikið hvat tað er, so skal eg gjalda fyri tað. Men so skal eg heldur ikki gjalda nógvan skatt.
- Øll fimleikarafeløgini eru eisini privat. Tá eg kom til New Zealand fyrstu ferð undirvísti eg hjá ymiskum fimleikarafeløgum, og í 2006 byrjaði eg so mítt egna felag. Eg leiðaði mær høli, setti lýsing í bløðini og keypti eitt sindur av útgerð til rytmiskan fimleik, vimplar, tyllkjólar, bóltar, og annað.
Tað gekk ikki long tíð, so hevði Katrin Dal-Christiansen umleið 30 fastar limir, sum hon undirvísti í móðir-barn fimleiki, ballet og rytmiskun fimleiki.
- Fimleikarafeløgini í New Zealandi undirvísa nógv mest í reiðskapsfimleiki. Rytmiskur fimleikur er næstan ókendur, so har havi eg ein serligan fyrimun har. Felagið hjá Katrini er limur í newzealandska fimleikarasambandinum, og Katrin er formaður í rytmisku nevndini.
Mótstøðan
Sum ung droymdi Katrin Dal-Christiansen um at liva av fimleiki, men hon var ikki fim nokk at koma á elituliði, og tá hon prátaði um um at fáa sítt egna fimleikarafelag, flenntu vinkonurnar. Sovorði bar ikki til.
Hugurin til skúlabøkur var lítil. ’Tú verður ongantíð til nakað’ søgdu lærarnir í Hoydølum, og eftir tvey ár gavst hon. Mamman stuðlaði henni í fimleikinum, men var eisini stúrin um framtíðina hjá dóttrini.
- Tá øll áhaldandi siga, at dreymurin er óveruligur, so byrjar tú eisini sjálv at ivast, sigur Katrin hugsunarsom. Men eg eri so treisk. Eg vildi fylgja mínum egna hugi.
Katrin Dal-Christiansen fekk sær útbúgving sum grafikari. Men hon helt samstundis fast í fimleikaraleiðina. Fyrst var hon eitt ár á dansiskúla í Danmark, og seinni fór hon á Ollerup Háskúla, har nógvir føroyskir fimleikarar hava gingið.
Griska svigarfamiljan
Katrin Dal-Christiansen er gift griskum manni og hevur eina stóra griska svigarfamilju í New Zealandi.
- Maður mín er kokkur og ger allan matin heima. Vit liva eitt vanligt, friðarligt lív. Felagið fyllir sjálvandi nógv, og eg brúki nógva tíð at fáa íblástur til arbeiði.
Umleið 2000 grikkar búgvað í Wellington, og tá Katrin Dal-Christiansen er til føðingardagar og brúdleyp, gongur alt ofta fyri seg á griskum. Eg spyrji hana, hvat svigarfamiljan sigur til hennara fimleikarakarrieru.
- Tey vilja hava at eg skal fáa mær nógv børn, ganga heima og gera mat og greiða frynsarnar á stovuteppinum, sigur hon flennandi. Men tey kenna meg og vita hvussu eg eri.
Nógvir tilflytarar búgva í New Zealandi, men tað var ikki bara lætt at fáa innfararaloyvi. - - Nógv páppírir skuldu útfyllast, og endaliga uppihaldsloyvið fái eg ikki, fyrr enn eg havi búð har í nøkur ár og prógva, at eg ’geri okkurt jaligt fyri newzealansku vinnuna,’ sigur ungi føroyski fráflytarin smílandi.
Leiðari á frítíðarskúla
Fyri umleið hálvum ári síðani sá Katrin Dal-Christiansen eina sølulýsing av einum reiðskapsfimleikarafelag.
- Eg visti beinanvegin, at tað var tað rætta fyri meg. Keypið av felagnum gav mær umleið 70 nýggjar kundar og eina rúgvu av amboðum. Allir limirnir hava valt at halda framm hjá mær, so tað er gott.
- Mær dámar ótrúliga væl at hava mítt egnað felag. Her kann eg sjálv tilrættaleggja alt, og tað eri, eg sum havi síðsta orði. Foreldrini eru bæði sjálvstøðug vinnurekandi, so kanska liggur tað í blóðinum. Eg eri nokk eitt sindur framsøkin, og eg havi eisini funni útav, at alt ber til.
Tá skúlarnir – og fimleikarafeløgini – hava feriur, arbeiðir Katrin Dal-Christiansen sum leiðari á einum frítíðaraskúla. Har ganga umleið 50 børn, og Katrin hevur 6 starvsfólk undir sær.
- Starvslýsingin segði, at leiðarin skuldi hava útbúgving sum antin lærari ella pædagog. Men eg søkti og fekk tað. Mínar royndir vigaðu tungt, og eg haldi, at eg havi mótprógvað ringu forsøgnunum hjá studendaskúlalærarunum, sigur ungi útisetin avgjørd.
Heimlongsulin er hon ikki sloppin av við, og hon tosar við mammu sína og ommu sína hvørja viku. – Men eg eri har, eg vil vera og geri tað, eg altíð droymdi um at sleppa at gera.