Íslendska forsætisráðfrúan, Katrin Jakobsdóttir, leggur frá sær fyri at fyrireika seg upp á at verða vald sum landsins forseti.
Tað upplysti hon í dag fyri íslendsk kringvarpinum RUV, skrivar Reuters.
Forsetaval verður 1. juni.
Boð hennara koma ikki óvart á, men tað kann geva sitandi samgongustjórnini trupulleikar sambært miðlinum Iceland Review.
Tað er óvist, hvør fer at loysa hana av sum stjórnarleiðari.
Katrin Jakobsdóttir er í flokkinum Vinstri Grønu. Hon hevur verið forsætisráðfrú síðani 2017.
– Tað er greitt, at hetta ongantíð er hent áður í íslendskum politikki, sigur Ólafur P. Hardarasson, sum er professari í vísindum.
Hann heldur, at ein roynd hjá einum stjórnarleiðari at verða valdur til forseta kann skapa fleiri trupulleikar fyri íslendsku samgongustjórnina.
– Serliga í einum samgongufelagsskapi, har tað hevur verið so skroypiligt, sum hjá hesari samgonguni seinastu tvey ella trý árini, sigur hann.
Hinvegin heldur hann ikki, at Katrin Jakobsdóttir stillar upp til forsetavalið uttan so, at kennir seg trygga í, at ein friðarlig loysn er uppá at lata stjórnina halda fram.
Umframt flokkin hjá Katrini Jakobsdóttir eru eisini miðflokkurin Framsóknarflokkurin og konservativi Sjálvstæðisflokkurin við í stjórnini.
/ritzau/