Kavin argar í Klaksvík

- Kavaruddingin í býnum byrjaði longu klokkan 04 í morgun, siga tey í Klaksvíkar kommunu.

- Kavaruddingin í býnum byrjaði longu klokkan 04 í morgun, og hóast nógva avfallið hevur argað í allan dag, so koyra býarbussarnir kortini sum vant.

 

Tað vita tey í Klaksvíkar kommunu at siga í dag. Lagt verður aftrat, at kavi er komin í óvanligum nøgdum seinasta samdøgrið, og øll orka verður í løtuni løgd í kavaruddingina fyri at gera tað koyrandi í kommununi.

 

- Hóast arbeitt verður við fullari orku, ger óvanliga nógva avfallið tað trupult at grava undan. Tí verður heitt á allar bilførarar um at vísa eyka stórt varsemi í ferðsluni, siga tey í Klaksvík.