Keflavík vann í evstu løtu

Í íslendsku Landsbankadeildini hava Símun Samuelsen og Keflavík vunnið enn ein sigur

Hesaferð máttu teir í Keflavík bíða leingi í heimadystinum, áðrenn sigurin gjørdist veruleiki. Tá 92 minuttir vóru leiktir skoraði Magnus S. Torsteinnson sigursmálið hjá Keflavík. Símun Samuelsen hevði onkra góða roynd á málið hjá FH, og fekk Símun sær eisini eitt gult kort í dystinum.