Kekkiski venjarin: Vit hildu avgjørt at vit fóru at vinna

Rastislav Trtík viðgongur, at tað gjørdist ein sera torførur dystur hjá Kekkia á útivølli móti Føroyum

Í samrøðu við heimasíðuna hjá kekkiska hondbóltssambandinum sigur kekkiski landsliðsvenjarin, Rastislav Trtík aftaná 26-27 (12-11) tapið fyri Føroyum í høllini á Hálsi. 

- Vit hildu allir samlir, at vit fóru at vinna dystin við at byggja víðari uppá tað vit hava framt í teimum undanfarnu dystunum. Tá samanum kom gjørdist talan um ein sera torføran dyst, sigur Rastislav Trtík.

Víðari sigur kekkiski landsliðsvenjarin: - Vit høvdu fyrireika okkum uppá tað sum bíðaði okkum, men vit høvdu ikki eina optimala spælagleði, kanska vildu vit ov nógv? Kanska spældi tað inn fyri okkum, at vit høvdu áskoðarar til ein dyst fyri fyrstu ferð í longri tíð, kanska var tað ikki ein heilt rætt dømdur dystur frá dómarunum, ið vóru útvaldir at døma dystin? Men vit skulu eisini vera sjálvatfinningarsamir um egið avrik, tí vit taptu sum eitt lið, leggur Rastislav Trtík aftrat.

Rastislav Trtík heldur tó, at hansara menn stríddust væl, men slær fast, at dysturin má evaluerast. Rastislav Trtík endar við at ynska mótstøðuliðnum tillukku við sigrinum. 

Føroyar-Kekkia 27-26 (11-12)

Føroyar : Tórður Skorheim Guttesen, Nicholas Satchwell, Elias Ellefsen á Skipagøtu 5,   Sjúrður Olsen 5, Filip Jojic 4, Kjartan Johansen 3, Teis Horn Rasmussen 3, Peter Krogh 2, Pætur Mikkjalsson 2, Hákun West á Teigum 2, Jónas Gunnarsson Djurhuus 1, Rói Berg Hansen, Brandur Halgirsson, Rógvi Dal-Christiansen, Vilhelm Poulsen, Pætur Thomsen

Kekkia : Matej Klima 9, Jakub Hrstka 5, Roman Becvar 3, Stepan Zeman 2, Leos Petrovsky 2, Miroslav Jurka 2, Tomas Cip 1, Tomas Piroch 1, Dieudonne Mubenzem 1.