Klaksvík:
? S ? O ? S ? I ? A ? L ? U ? R ? I ? N. Har stendur sosjialurin, er eitt tað fyrsta, sum sjey ára gamli Gulak sigur, tá vit koma á gátt.
? Eg veit væl, hvat tað er?tað er eitt blað, heldur hann fram. Hini trý úr flokkinum nikka eisini fyri at vísa, at tey eisini kenna.
? Eg havi hoyrt, at tá man tekur mynd við sovorðnum, so kemur man í blaðið, sigur Hákun og peikar á myndatólið hjá myndamanninum.
Men tá vit byrja at siga teimum, hvat tað er, vit eru komin at tosa um, rista tey við høvdinum og siga, at tey vita onki um politikk.
Tá tey verða spurd um tey vita, hvør er løgmaður, siga tey fyrst nei.
? Eg veit, hvussu hann sær út. Eg havi sæð hann í nýggja Trølla Pætur filminum, men eg veit ikki, hvussu hann eitur. Eg haldi, at hann eitur Jógvan, sigur Hákun. Og tá kemur lív í hini trý. Tey hava eisini sæð løgmann í Trølla Pætur filminum.
? Hann gav Trølla ommuni og Trølla Pætur, sigur Ásla.
? Eisini politistunum, skoytir Elna uppí.
? Å, er tað hann? Hann hevur verið hjá okkum, sigur Gulak, men heldur ikki hann minnist navnið á løgmanni.
Kenna ongar
Hesir fýra næmingarnir í fyrsta flokki siga øll, at tey vita onki um politikk, og ei heldur kenna tey nakran politikkara. Ella rættari sagt næstan ongan.
? Eg kenni ein. Eg haldi, at hann eitur Jógvan. Hann eigur í øllum førum nógvar pengar í pengabankanum harúti, sigur Hákun og peikar móti vindeyganum.
Gulak heldur, at Jógvan politiovastin í Trølla Pætur filminum átti at bestemmað í Føroyum.
? Hann er ræðuliga strangur, so tað kundi hann gott, sigur Ásla og nikkar við Gulaki.
? Eg haldi, at allir politikkararnir hava sæð, hvussu man ger Trølla Pætur filmin, so um tað passar, so hevði eg viljað verið politikkari, sigur Hákun og sær sera hugsunarsamur út. Men so ristir hann við høvdinum og sigur, at hann heldur vil verða tannlækni.
Hini trý, Elna, Ásla og Gulak siga tað sama. Tey vilja heldur ikki verða politikkarar, tá tey verða stór.