Kennedy gevst og stuðlar Trump

- Eg trúgvi ikki longur uppá, at eg kann vinna forsetavalið, sigur Robert F. Kennedy Jr.

Sjálvstøðuga forsetavalevnið Robert F. Kennedy Jr. hevur í dag boðað frá, at hann gevst í valstríðnum í kappingini um at gerast næsti forseti í USA. - Mynd: Thomas Machowicz/Reuters

Óhefta forsetavalevnið í USA, Robert F. Kennedy Jr., gevst við royndum sínum at gerast forseti í USA.

Kennedy stuðlar nú republikanska forsetavalevninum, Donald Trump.

Navn hansara er eisini tikið av atkvøðuseðlinum í tíggju statum.

Tað sigur hann í røðu í kvøld í Phoenix, høvuðsstaðnum í Arizona.

- Eg trúgvi ikki longur uppá, at eg havi eina realistiskan leið til valsigur, sigur 70 ára gamli politikarin.

Róbert F. Kennedy yngri er sonur fyrrverandi demokratiska politikaran Robert F. Kennedy, sum varð myrdur í 1968.

Hann er sostatt eisini bróðirsonur fyrrverandi forsetan, John F. Kennedy, sum varð skotin til deyðis í 1963.

Upprunaliga vildi hann stilla upp fyri Demokratiska flokkin ímóti Joe Biden forseta. Men hann broytti meining og valdi í staðin at stilla upp sum sjálvstøðugt valevni.

 

/ritzau/

 

Sjálvstøðuga forsetavalevnið Robert F. Kennedy Jr. hevur í dag boðað frá, at hann gevst í valstríðnum í kappingini um at gerast næsti forseti í USA. - Mynd: Thomas Machowicz/Reuters